- Ein burðadygg fiskivinna krevur eisini vælútbúgvin fólk

Hósdagin 25. juni fingu níggju næmingar prógv handað á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Kaj P. Mortensen, fiskimálastjóra, helt røðu

Fimm næmingar fingu prógv handað í hægri útbúgving innan fiskivinnu (stytt HIF) aftaná 3-ára skúlagongd. Hesi eru: Gunleif Bjartalíð, Klaksvík, Martin Olsen, Tórshavn, Høgni Arnbjarnarson, Tórshavn, Asbjørg Jacobsen, Tórshavn og Jens Kristjan Djurhuus, Tórshavn. Tveir næmingar fingu prógv í atstøðisútbúgving innan fiskivinnu (stytt AIF) eftir tvey ára skúlagongd. Hesir eru: Helgi Mouritsen, Sørvágur og Sonny Johansen, Miðvágur. Petur Simonsen, Klaksvík og Unnur Didriksen, Vestmanna hava tikið stakgreinaprógv á Fiskivinnuskúlanum.


Kaj Mortensen, fiskimálastjóra, helt røðu fyri næmingunum. Vit endurgeva niðanfyri brot úr hesi røðuni.


Góðu fiskivinnutøkningar, góðu næmingar og tit øll, sum eru komin saman her í dag at heiðra tey, sum nú fáa lønina fyri ta tíð, sum tey hava gingið her á skúlanum.

Tað er fyri mær en sonn frøi at hava fingið høvi at koma her í dag at bera tykkum eina heilsan, sum nú fáa tykkara prógv og tykkum, sum skulu lesa víðari og ikki minst tykkum, sum starvast dagliga á hesum skúla. Eg meti tað sum eitt kærkomið høvi at draga fram eitthvørt, sum kann verða við til at menna hesa útbúgving í Føroyum til gagns fyri fiskivinnuna í Føroyum og fyri at vit skulu halda fram at vera ein fiskivinnutjóð.

Lat meg fyrst nevna, at eg upplivdi í 1988/89, hvussu fyrireikingar vórðu gjørdar fyri at fáa ein fiskivinnuskúla í Føroyum. Eg starvaðist tá sum undirvísingarleiðari í skúlaverkinum við málsøkinum sjómansskúlar og maskinmeistaraskúli og eftirsum hesar útbúgvingar liggja uppat fiskivinnuni, so varð eg inndrigin í fleiri mál, sum vóru við til at mynda hesa útbúgving frá fyrsta degi. Eg havi síðan havt høvi at fylgja hesum útbúgvingum innan undirvísingarverkið og síðani í umsitingini av fiskivinnuni, har hesin skúli hevur givið føroysku fiskivinnuni so nógv. Ein skúli sum hesin kann sigast at vera sprottin av lívsins lógum, tí tað eru umstøðurnar í fiskivinnuni, sum elva til, at ein skúli hevur møguleika at menna seg.

Tað má tí verða undirstrikað, at henda útbúgving er ein av teimum fáu í Føroyum, sum hóska til tað føroyska samfelagið og ikki er ein eftirlíkning av øðrum útlendskum útbúgvingum. Men vit eiga at sláa fast, at henda útbúgving er komin fyri at verða og at tað er ein vaksandi tørvur á tykkum, sum hava nomið hesa útbúgving í føroysku fiskivinnuni. Føroyska samfelagið hevur brúk fyri tykkum og tað er tí áhugavert at síggja, at tað eru fólk í ymiskum aldursbólkum, sum leita sær henda vegin.

Tað er eisini at frøast um, at útbúgvingin eisini gevur rættindi til at lesa víðari annaðhvørt tað nú er eftir 2 ára útbúgving ella eftir 3 ára útbúgving. Her er farið fram við skili og tað er ein heiður fyri tykkum, sum hava slóðað fyri og verið við til at menna hesa útbúgving og henda skúlan, at úrslitið nú er so gott, at tað er ein vaksandi tørvur eftir tykkara førleika.

Teir næmingar, sum hava gingið á hesum skúla, hava eisini gjørt vart við seg, og hugsi eg her um tykkara leiklut í European Business Games. Tað hevur verið sera áhugavert at sæð, hvussu væl tit hava dugað at skipa tykkara verkætlanir og tað hevur vakt ans bæði í Føroyum og uttanlands. Í ár er havsins ár ásett av ST og fara í ár fram ymiskar verkætlanir í hesum sambandi víða um. Væntandi fara tit her á skúlanum at halda fram við at gera vart við tykkum. Hóast kappingin kann vera hørð, so hava tit góðar fortreytir fyri at vera við.

Føroya fiskivinna stendur í dag fyri eini broytingartíð. Tann politiska útmeldingin er, at fiskivinnan skal mennast og her sertakliga marknaðarføring og framleiðsluliðið. Núsitandi samgonga hevur sett sær fyri at menna henda partin av vinnuni nógv meira enn higartil.

Við fult umsetiligum fiskiveiðirættindum, eini liberalisering í veiðiflotanum og einum tættum samstarvi millum veiðiliðið og framleiðsluliðið verður roknað við, at fiskivinnan kemur at geva eitt vaksandi avkast fyrst til teirra, sum tora at investera í fiskivinnuna og til alt samfelagið.

Tað verður nógv tosað um burðardygga fiskivinnu og tað er ymiskt, hvussu sæð verður uppá hetta. Eitt er vist, at tað ber ikki til bert at hyggja at í fyrsta og næsta partinum í samansetingini av fiskivinnuni. Tað má verða hugt uppá heildina. Øll liðini mugu vera burðardygg, um nakað úrslit skal koma burturúr.

Tað skal tí verða mín vón, at her kemur ein munandi broyting í útbúgvingini innan fiskivinnuna í Føroyum. Tað hoyrir til burðardygga fiskivinnu eisini at hava vælútbúgvið fólk, sum virka í fiskivinnuni. Fortreytirnar eru fólk við góðum útbúgvingum innan fiskivinnuna, sum í tøttum samstarvi við veiðiliðið eru før fyri at fáa mest møguligt burturúr.

Tað eigur eisini at verða gjørt nógv meira burtur úr at motivera tey ungu til at velja okkara høvuðsvinnu. Hetta er nakað, sum í alt ov stóran mun liggur á láni innan almenna undirvísing. Vónandi verður hetta eisini tikið við, tá hugsað verður um at menna marknaðarføring og virkisliðið í fiskivinnuni.

Eg fari við hesum at ynskja tykkum, sum í dag fáa prógv, hjartaliga tillukku við prógvinum. Eisini ein tøkk til skúlan og teir lærarar, sum starvast her og sum leggja tað soleiðis til rættis, at tað er ein góð útbúgving, sum tit fáa her. Ein útbúgving, sum nú kann verða føroysku fiskivinnuni at stórum gagni ella ein útbúgving, sum kann verða støðið undir eini uppaftur hægri útbúgving til frama fyri okkara land og fólk.