Poul Midjord Dam, ella Poul í Alval, fer frá sum stjóri í Alval á Tvøroyri. Hetta skrivar Suðuroyarrás í vikuni.
Poul Midjord Dam stovnaði Alval í 1997 og er vorðin ein býarmynd á Tvøroyri. Men nú eru hesi 17 árini sum stjóri at enda komin. Við Suðurrás sigur Poul Midjord Dam, at tað var aftaná ein rættiliga álvarsligan heilsukvøkk í summar, at hann byrjaði at umhugsa sína støðu. Enn er tó eingin avgerð tikin um, hvat hann fer at takast við framyvir.
Poul Midjord Dam gevst í starvinum 1. februar.