Ein bygd sum blómar

19 hús eru ávegis í Sandavági og 30 útstykkingar verða gjørdar í næstum, har alt er umbiðið.
Sandavágur er ein bygd, sum blómar, og ein teirra, sum júst er fluttur inn í nýggj hús, hevur lagað sær ein heilan sermerktan vegg úr føroyskum gróti

Sandavágur er ein bygd í allar fagrasta blóma. Summarið er í nánd og hóast tað hevur oysregnað onkran dagin í vikuni, so hava vit havt fleiri góðveðursdagar í síðstuni. Hetta sæst eisini aftur í Sandavági, har fólkið seinastu tíðina hevur leitað sær út um og snøggað um havan og húsini.
Men tað er ikki einans í havanum, at tað veksur og blómar. Byggivirksemið í Sandavági er øgiligt og eru ikki færri enn 19 hús ávegis. Tað er í niðaru útstykkingini í Sørpum, at 12 hús eru á veg, og umframt tað, eru sjey hús í ger aðrastaðni í bygdini.
Aftrat hesum koma so tey 30 grundstykkini í nýggju útstykkingini oman fyri vegin norðuri í Sørpum, sum øll eru umbiðin.

Veggur úr føroyskum gróti
Ein teirra, sum hevur bygt sær hús í Sandavági og nýligani er fluttur inn, er Ottar á Lofti. Húsini eru millum tey fyrstu tú bert eyga við, tá tú kemur koyrandi oman í móti bygdini, og eru tey rættiliga sermerkt á at líta.
Aftrat sínum serliga sniði er eisini ein endaveggur, sum er lagaður í føroyskum gróti. Sera snøgt og væl úr hondum greitt arbeiði, sum pápi Ottar hevur gjørt.
Tá Sosialurin var framvið hjá honum í vikuni fyri at forvitnast og síggja henda óvanliga veggin, stóð Ottar uttanfyri og málaði.
 Ja her er hugaligt at byggja, nú so nógvar barnafamiljur eisini byrja at reiðrast her, sigur hann smílandi, tá vit spyrja til nógva byggivirksemi rundan um í økinum.
Ottar býr uppi í Sørpum, har fleiri hús eru í gerð, men eisini eru nógv hús í økinum, har fólk hava búð í longri og styttri tíð. Ottar og konan fluttu inn í mai.

Tapti tólv kilo
Ottar hevur sjálvur bygt húsini, og tað var eisini hann sjálvur, sum fekk hugskotið um, hvussu húsini skuldu síggja út. Hann fekk ein starvsfelaga at hjálpa sær at tekna og leggja inn á teldu, og úrslitið er tað, vit síggja í dag. Eini snøgg svart málaði hús við flagtaki, har sniðið berst kann sigast at vera føroyskt.
Grótveggin vildi hann hava, tí pápi hansara hevur lagað alla staðni runt í bygdini, og hevur sett sín dám á Sandavág á tann hátt, og tí skuldi hann eisini sleppa at seta sítt merki á húsini. At laga sjálvan veggin tók eitt hálvt ár, og tað tíðarskeiðið meðan lagingin og húsabyggingin annars stóð á, misti Ottar tólv kilo.
- Grótið er frá har tunnilismunnin er. Kálvadalur eitur tað, og tað mundu vera eini 40 túrar har vit sletaðu grót, sum vit skuldu brúka til húsini, so tá ruku nøkur kilo av, greiðir Ottar frá, meðan hann vísir okkum runt húsini.
Tá vit so spyrja hann, um húsini eru líka føroysk innan sum uttan, flennir hann og sigur, at tað eru tey ikki, tí at hann ræður úti, meðan konan ræður inni.
Enn er nakað eftir at mála hjá Ottari, og sigur hann seg vóna, at fáa eini tveir góðveðursdagar aftrat, so hann kann fáa málingina frá hondini.  Tað hevði verið óført, sigur hann, meðan hann tekur nøkur træsprek upp úr túninum.  Ja, eg má eisini fáa rudda rundan um húsini, flennir hann og tveitur træsprekini í eina tóma málingadós, áðrenn hann tekur pensilin aftur og fer at mála.