Ein byggir á Langasandi

LANGASANDUR

Á Langasandi, sum eisini er partur av Sunda kommunu, standa eini sethús í gerð, men tað er ikki føroyingur, sum byggir hesi húsini.
Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd hjá Sunda kommunu, sigur seg ikki vita rættiliga, hvør eigur húsini.
- Men eg havi skilt, at hetta er ein útlendingur, sum hevur valt at byggja sær eini sethús á Langasandi. Húsini eru ikki bygd í einum, men eru tikin stig fyri stig, sigur býráðslimurin.
Trygvi K. Joensen sigur, at hesi húsini hava líka sum eitt torn upp úr, men annars eru hetta eini vanlig sethús.