- Mær dámar væl cello, kemur tað stillisliga frá henni. – Eg haldi, at ein cello ljóðar flott!
Sambært Emmu Helenu er ikki so stórur munur á eini cello og á eini violin. Ein munur er tó tann, at cello’in stendur á einum pinni á gólvinum. Og tá hon ger tað, ja, so er klárt at spæla.
- Eg spæli cello, tí eg skal gera eina konsert í Norðurlandahúsinum einaferð, - eg veit ikki ordiliga nær, sigur hon.
Men tað er ikki bert fyri konsertina skuld, at Emma Helena spælir cello. Tað hjálpir henni eisini uppá aðrar mátar.
- Tað hjálpir mær, soleiðis at eg treni nógv. So kann eg venja nógv fram til konsertina, slær hon fast.