Ein demokratiseringprosess

Rákið við fleiri lokalrásum er ein demokratiseringsprosess, sigur Høgni í Jákupsstovu, journalistur

Fjórða fimta lokalrásin hevur nú sæð dagsins ljós. Krossfeltið byrjar at senda á Skálafjørðinum í heyst og legst afturat skaranum av lokalrásum, ið eru byrjaðar seinastu árini, við Voxpop og Kiss FM í Havnini, 98,7 í Klaksvík og Staðið FM í Vestmanna.

 

Barbara Holm tosaði við Høgna í Jákupsstovu, journalist og viðmerkjara, um hetta rákið við nýggjum lokalrásum.

 

Høgni í Jákupsstovu samanber hetta við tá internetið kom. Tá bleiv atgongdin til miðlarnar nógv lættari, og nú síggja vit, at útgerðin til at gera útvarp er vorðin nógv bíligari. Tískil síggja vit fleiri og fleiri lokalrásir spretta.

 

Hann sigur, at hetta er ein demokratiseringsgongd, men at úrslitið verða nógvir smáir og veikir miðlar, ið allir liggja og kappast um eina avmarkaða nøgd av lýsingarpengum.

 

Fyri lurtaran er tað gott, at nakað av úrvali er, kanska hvat viðvíkur tónleikinum, ið sent verður, heldur Høgni í Jákupsstovu, men, sigur hann, dygdin á tí, ið verður framleitt er meiri ivasom.

 

- Kappingarparameturin á internetinum er ferð og fá tekin. Avleiðingin fyri tíðindaflutning er, at dygdin lækkar, sigur Høgni í Jákupsstovu. Tíðindini skulu berast skjótari og tí verður tað ikki dygdartíðindaflutningur.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna millum Barbaru Holm og Høgna í Jákupsstovu.