Ein deyðsfella hjá Landsverki

Seinastu dagarnar hevur ein gravimaskina hjá Landsverki staðið við útkoyringina á Sandvíkarhjalla.

Fleiri bilførarar hava gjørt Sosialin varugan við hetta. Maskinan, sum hevur staðið still í fleiri dagar, tekur sýnið norðureftir frá teimum, sum skulu koyra út av Sandvíkarhjalla. Sum Sosialurin skilir, hevur Landsverk sett maskinuna har fyri at forða teimum, sum leggja fjarhitarørini at grava longur. Vit royndu at fáa fatur á Oyvindi Brimnes, stjóra í Landsverki, men hann var ikki at hitta. Vit spurdu løgregluna, sum fór á staðið at kanna málið. Løgreglan gav beinanvegin Landsverki boð um at flyta maskinuna. Sum myndin sýnir er talan um skilaleysa – og sera vandamikla – parkering.