Ein deyður og tvey skadd í tyrluvanlukku í Svøríki

Enn er ógreitt, hví ein tyrla datt niður í ein skóg í Svøríki í dag.

Ein 65 ára gamal maður er deyður í eini tyrluvanlukku nærindis Skeberg og Leksand miðskeiðis í Svøríki.

Tvey onnur fólk eru skadd í vanlukkuni, sum hendi í morgun, upplýsir svenska løgreglan. Tað er ógreitt, hvussu illa hinir báðir persónarnir eru skaddir.

Tað er heldur ikki greitt, hvør orsøkin var til, at tyrlan datt niður.

Bjargingarfólk, sjúkrabilar, løgregla og bjargingartyrla vórðu boðsend á staðið klokkan 11.15, eftir at vitni høvdu sæð vanlukkuna og boðað frá, at talan var um álvarsama vanlukku.

##med2##

Tyrlan var dottin niður millum trøini í einum skógi. Bjargingartænastan SOS Alarm mátti senda eina dronu á flog fyri at finna út av, hvar tyrlan var dottin niður.

Tann 65 ára gamli var staðfestur deyður á staðnum, meðan hini báðir persónarnir vóru koyrdir við sjúkrabili á sjúkrahús.

Staðið er sperrað, og løgreglan arbeiðir nú við at finna fram til orsøkina til vanlukkuna.

Leksand og Skeberg eru umeið 250 kilometrar í ein landnyrðing úr Stokkhólmi.

/ritzau/TT