Klaksvík: - Hvat sigur tú, - hevur tú virkiliga Fly London, Bergtóra?! Tað
var ordiliga gott. Tað má eg simpelthen bara keypa!
Sigur tú "Fly London" so halda fólk flest uttan iva, at hetta hevur okkurt
við flúgvingina millum Føroyar og London at gera.
Fyri 39 ára gomlu Bergtóru Óladóttir Poulsen er her ikki talan um ferðaseðlar, men um eitt gott og kent skógvamerki, sum er eitt av mongum øðrum góðum merkjum, ið eru at fáa í 2U.
Hon hevur nevniliga tikið tað stóra stigið inn í handilsheimin, og lat fyri
fáum vikum síðani upp ein handil við vørum, sum ikki eru at fáa so nógva
aðrastaðni í Føroyum, enn júst her í Klaksvík.
Handilin hevur hon rættiliga beinrakið kallað 2U - ella To You - tí hon
ynskir longu við navni og búmerki sínum at vísa á, at hennara handil júst er fyri
tørvin hjá tí einstaka kundanum sum kemur inn á gátt.
- Eg havi tí eisini lagt stóran dent á, at eg bert selji merkjavørur sum eingir aðrar handlar hava her í Klaksvík, sigur Bergtóra.
Handilin heldur til í sethúsunum, har Bergtóra sjálv býr. Handilshølini
hava áður hýst deildum hjá tveimum peningastovnum, men eru nú innrættað til
ein nútíðar handil við dygdarvørum.
Alt tilbehoyr
At talan er um ein sera snotuligan og nútíðarkendan handil, fær ein skjótt
eyguni upp fyri.
Innan er alt ljóst og vakurt uppsett, soleiðis sum ein handil anno 2005
eigur at vera tað. Og tað vísir seg eisini, at klaksvíkingar, norðoyingar
og onnur hava longu fingið eyguni upp fyri hesum nýggja handlinum.
Í 2U er fyri ein stóran part styvlar og skógvar at fáa til keyps, men
eisini nógv "tilbehoyr", sum til dømis: Beltir, smúkkur, taskur og annað til
kvinnuna.
Handilin vendir sær tí fyrst og fremst til ta smartu kvinnuna, men menn eru
sjálvandi eisini meiri enn vælkomnir, um teir ætla at keypa okkurt til sína
lívs unnustu.
Hetta eru alt smartar vørur og dygdarvørur, sum fáast í øllum prísklassanum, t.v.s. tað sum er í bíligara endanum, meðan annað kostar heldur meiri, bæði tá talan er um styvlar, skógvar og ikki minst forvitnisliga úrvalið av smúkkum.
Hetta hevur kortini ikki forðað fólki í at keypa dúgliga hjá Bergtóru,
einamest tí, at handilin er so øðrvísi enn aðrir handlar.
Gott høli
At Bergtóra nú hevur latið upp egnan handil er ikki av tilvild. Hon hevur
leingi hugsað um hetta.
- Skal eg siga sum er, so er hetta ein gamal dreymur sum nú er gingin út.
Eg havi altíð droymt um at fáa mín egna handil.
- Og nústaðni eydnaðist tað so, sigur ein sera bjartskygd Bergtóra.
Hon hevur í eina tíð roynt at funnið sær hóskandi hølir í Klaksvík, men tað
vísti seg, at tey hølini hon hevði hug á, vóru ikki til leigu.
Men tá so sethúsini vórðu keypt, avgjørdi hon at brúka kjallaran til
handilshøli. Og soleiðis gjørdist 2U veruleiki leygardagin 19. november í ár.
- Og eg má bara siga, at eri sera fegin um undirtøkuna frá kundunum hesar
fyrstu tríggjar vikurnar.
- Okkurt er longu útselt, men eg fái vørur aftur skjótt. So tú sært, her er
útskifting av vørum allatíðina. Og soleiðis skal tað eisini vera, sigur
Bergtóra.
Stuttligt við øðrvísi handli
- Jú, tað er vist at hetta er ein sera spennandi og ikki minst
øðrvísi handil enn aðrir handlar.
Mánadagin í hesi vikuni var Hannefía Joensen saman við mammu síni farin ein túr inn í handilin
hjá Bergtóru at hyggja sær eftir einum styvlum.
- Hesir skulu vera ein jólagáva til mín sjálvs, sigur hon, uttan tó at siga
nakað um, frá hvørjum teir skuldu verða.
Hannefía heldur, at tað er sera áhugavert og stuttligt at koma inn í ein handil, sum
ikki er sum aðrir handlar í Klaksvík.
Hon hyggur eftir nøkrum styvlum, men verður brádliga avbrotin av einum
øðrum kunda, sum kemur innar. Líkt er til, at tær báðar kennast
rættiliga væl.
Tær heilsa stutt uppá hvørja aðra, tí hin gentan hevur eini ørindi við
kassan: Hon skal avheinta eitt par av styvlum, sum hon hevur lagt av.
- Hesir eru bara so well! Hygg, eg skal vísa tær styvlarnar. Eru teir ikki
lekkrir?!
Hannefía gevur henni rætt í hesum. Løtu seinni koma tvær gentur aftrat inn í
handilin, og koma tær allar í gott prát inni í
handlinum.
Og soleiðis skal tað helst eisini verða: Fólk koma inn, geva sær góða tíð
til at hyggja, velja og síðani keypa tað tey ætla til sín sjálvs.
Jú, hesin nýggi handilin ber sítt navn við røttum!