- Hetta er fyrst og fremst ein dyggur frammaná fyri demokratiið í Føroyum.
Soleiðis sigur formaðurin í javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard til avgerðina at koyra seg frá sum formann í Uttanlandsnevndini.
Tað var Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum kallaði Uttanlandsnevndina til fund mikudagin við tí fyri eygað at fáa Jóannes Eidesgaard, formann frá. Úrslitið varð, at Hergeir Nielsen tók við sum nýggjur formaður, meðan Heðin Mortensen gjørdist næstformaður.
Grundgevingin hjá Jenis av Rana fyri at mæla til formansskifti var, at Jóannes Eidesgaard bar seg skeivt at við at leggja uppskot fram um sjórnmálanevnd, nú landsstýrið hevði lagt fram uppskot um fullveldi. Ein orsøk var eisini, at javnaðarflokkurin hevði ikki gjørt nóg nógv fyri at forða teimum víðgongdu í Tinganesi.
Jóannes Eidesgaard heldur ikki, at Jenis av Rana hevur nakra sakliga orsøk til at fáa seg frá sum formann í nevndini. -Allir nevndarlimir - við undan-taki av Jenis av Rana - hava fyri mær váttað, at teir ikki hava nakað sum helst at finnast at, hvussu hagreiðingin av málum og serliga hesum málinum um fullveldi hevur verið í Uttanlandsnevndini. Tvs. at nevndarviðgerðin hevur verið korrekt, allir upplýsingar eru komnir fram, alt er viðgjørt eftir bókini og allir persónar, sum ynski hevur verið um at fáa í nevndina, hava fingið henda møguleika.
- Men tá nevndarlimirnir kortini vraka teg sum formann, so má tað vera tí, at teir halda ikki, at tú hevur røkt tína uppgávu til fulnar?
- Tað kom nakað fram í fjølmiðlunum mikudagin, sum eg haldi er rættiliga óhugnaligt. M.a. sigur nývaldi formaðurin í Uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, at orsøkin til formansskiftið, soleiðis sum hann lesur hana, var tann, at javnaðarflokkurin setti uppskot fram um setan av stjórnmálanevnd. Og Jenis av Rana sigur tað sama. Tá tú brúkar hetta - at ein flokkur við sjey tingmonnum nýtir sín demokratiska rætt til at seta eitt uppskot fram - sum argument fyri at bróta inn í eitt demokratiskt býti, so má eg viðganga, at eg eri eitt sindur skeptiskur fyri framtíðini.
Fundamentalisma
Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at er tað so, at øll, sum ikki eru samd við núverandi samgongu, bara skulu beinast burtur, so eru vit í tí støðu, sum vit annars ikki hava verið fegin um, og sum er galdandi í teimum fundamentalistisku londunum og kanska eisini eystan fyri fyri ein stóran part. Nevniliga hetta, at hevur tú ikki somu fatan sum tað ráðandi fólkið, harrafólkið um tú vil, so skal tú setast til síðis og fara í aftasta rað.
- Tí haldi eg, at tað er tað føroyska demokratiið, sum hevur fingið tann dyggasta smeitin av hesum tiltakinum, og tað harmar meg ótrúliga nógv, tá hugsað verður um, at júst javnaðarflokkurin byggir alla sína hugsjón uppá ta demokratisku prosessina. Vit taka okkum tað sera nær, tá ein setir nakrar demokratiskar reglur úr gildi, tí ein ikki er samdur. At Jenis av Rana skal føra fram, at uppgávan hjá formanninum í javnaðarflokkinum er at forða teimum víðgongdu í samgonguni og stuðla teimum hóvligu, so er tað skeiv adressa. Samgongan hevur valt at standa saman. Hon hevur ikki biðið javnaðarflokkin koma uppí. Vit løgdu út við at peika á eina breiða samgongu, har javnaðarflokkurin var við, og høvdu vit verið við í samgonguni, so høvdu vit kanska havt møguleika at gjørt tað, sum Jenis av Rana her eftirlýsir.
- Men, leggur Jóannes Eidesgaard aftrat, - vit vóru jú settir uttanfyri av samgonguni til at sita í andstøðu. Og tí er tað okkara fulli rættur til at vera atfinn-ingarsamur, og vit hava fullan rætt til at seta uppskot fram.
Anfinn og Høgni
Formaðurin í javnaðar-flokkinum vísir eisini á tað, sum bæði Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal fyrr hava sagt, nevniliga hetta at tað var ein styrki í tí demokratisku prosessini, at andstøðan hevði formansskapin í Uttanlandsnevndini. -Tí er tað, sum nú er hent, ótrúliga harmiligt.
- Men sum formaður í slíkari nevnd, hevur tú so ikki til uppgávu at arbeiða fyri alla nevndina, og hevur tú gjørt tað, tá tú kemur fram við einum uppskoti, sum gongur ímóti tí uppskotinum um fullveldi, sum ein meiriluti ynskir?
- Vit mugu ikki blanda hesi tingini saman. Her er talan um tvey ymisk mál. Javnaðarflokkurin setir fram eitt uppskot um setan av stjórnmálanevnd fyri triðju ferð. Vit hava alla tíðina sagt, at einasta rætta mannagongdin í tí, sum skal henda, er, at vit seta okkum niður í tinginum og finna út av, hvat ein mest møguligur meiriluti kann semjast um.
At vit so seta hetta uppskotið fram aftur kann ikki koma óvart á nakran, heldur ikki Jenis av Rana, sum hevur tikið undir við tí fyrr - men sum nú hevur valt at satsa øðrvísi, møguliga orsakað av teimum vánaligu veljarakanningunum.
Jóannes Eidesgaard sigur, at ein kann ikki í eini demokratiskari prosess tvinga fólk av øðrum áskoðanum til at blíva samd við seg.
- Javnaðarflokkurin hevur annars roynt alt tað hann kann fyri at finna fram til eina semju í hesum málinum. Bæði eg persónliga og tingmanningin hevur havt fund við Høgna Hoydal fleiri ferðir, har vit hava umrøtt hesi tingini og roynt at finna fram til, um møguleiki er fyri semju. Eg havi eisini tosað við løgmann, áðrenn vit fóru at skriva álit og peika honum á, at nú hava vit ein søguligan møguleika til, at startskotið í hesi prosess kann verða gjørt av eini samdari Uttanlandsnevnd og einum samdum løgtingi.
Útgreiningararbeiðið fevna um allar møguleikar
- Tað einasta, sum krevst, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, - er fyri tað fyrsta: at útgreiningararbeiðið, sum gerast skal, og sum ikki bert skal fevna um fullveldið, men um allar hugsandi møguleikar, skal leggjast fyri løgtingið til eina politiska støðutakan og ikki bara eitt orðaskifti - og harnæst, at vit í fyrsta umfari fara eftir broytingunum heldur enn eftir fullveldinum.
- Tað ber altíð til hjá samgonguni, tá útgreiðingararbeiðið er liðugt, at venda aftur til fullveldisætlanina. Høvdu vit fingið hasa orðingina við, so eri eg samførdur um, at tað hevði verið ein samd Uttanlandsnevnd, sum mikudagin legði álitið fram, og tað hevði verið eitt samt løgting, sum í dag hevði samtykt uppskotið. Tað hevði verið ein virðilig byrjan uppá sjálvstýrisprosessina.
Jóannes Eidesgaard sigur, at so løgið tað ljóðar, so gav løgmaður honum inniliga rætt í tí, og hann vildi so royna, hvat hann var mentur, at fáa menn at skilja hetta, men eftir øllum at døma hevur tann mest víðgongdi parturin av samgonguni og landsstýrinum, tjóðveldisflokkurin men kanska eisini partar av fólkaflokkinum, ikki viljað gingið við til, at fullveldisætlanin í fyrsta umfari skuldi leggjast til síðis.
Formaður í javnaðarflokkinum heldur eisini, at tað hevði verið sera áhugavert eisini at havt sambandsflokkin við, hvar man so fór nokk so langt inn í málið, áðrenn nakar hektaði seg av, tí hann ikki kundi taka undir við tí loysn, sum varð vald. -So har er alt roynt, sum kann roynast fyri at finna fram til eina semju.
- Men kann ein ikki eisini skilja tjóðveldismenninar, tá teir vilja hava teg frá sum formann í Uttanlandsnevndini, nú teir kanska síggja teg sum ein klepp, nú javnaðarflokkurir roynir at forða fyri fullveldisuppskotinum?
- Tað kunnu teir sjálvandi. Men her er ein støðumunur. Munurin millum uppskotið hjá javnaðarflokkinum og tjóðveldisflokkinum er tað, at vit siga, at tað, sum telur, er, at vit í prinsippinum hava møguleikan at taka okkum alt tað sjálvstýri, sum vit vilja. Men vit skulu bert gera tað í tí ferð, sum vit fíggjarliga og umsitingarliga eru førir fyri tað - meðan tjóðveldisflokkurin sigur, at vit taka alt yvir nú, men senda so kortini málini niður aftur til danskar embætismenn at umsita. Tann støðumunur, sum er har, hann eigur eisini tjóðveldisflokkurin at góðtaka.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað í útlendskum tingum er ikki óvanligt, at andstøðan hevur týðandi formanssessir og hevur meirilutan. -Men um formaðurin ikki er samdur við tí áliti, sum verður lagt fram frá t.d. stjórnarflokkunum, so tekur tú ikki og skiftir hann út.
- Men heldur tú tað er umráðandi fyri tjóðveldisflokkin og Hergeir Nielsen, at teir fáa formannin í Uttanlandsnevndini?
- Tað var jú ætlanin, at Hergeir Nielsen skuldi verða formaður í Uttanlandsnevndin. So hendi tað, at vit vóru dugnaligir at velja nevndir og hepnir í einum lutakasti og harvið fingu vit formansskapin. Tingskipanin leggur eisini upp til, at hetta skal bera til.
Sjálvstýrissinnaður
- Hvussu kennir tú tað at verða mettur sum sambandsmaður av tjóðveld-ismonnum og kanska eisini av sjálvstýrissinnaðum javnaðarfólki?
- Eg haldi eg havi fingið rættiliga nógvar atfinningar fyri júst tað øvugta, at javnaðarflokkurin er farin ov langt í hesum málinum. Lat meg siga tað soleiðis: hóast javnaðarflokkurin ikki hevur verið tann mest víðgongdi í sjálvstýrisspurninginum, so hevur hann kortini gjøgnum sína longu søgu víst, at hann í sjálvstýrismálum hevur verið við til at tikið stór tøk og hevur altíð kunnað víst á prak-tiskar og skilagóðar loysnir á sjálvstýrisspurninginum, og hevur aftur hesaferð spælt út við einum virðiligum uppskoti um, hvussu vit kunnu menna okkara sjálvstýri - og har vit í prinsippinum uppá ein nógv meira virðiligan máta taka búskaparliga og umsiting-arliga ábyrgd í tí takt vit klára at menna hetta samfelagið - uttan at fara út í nakað eksperiment.
Jóannes Eidesgaard heldur tí ikki, at javnaðarflokk-urin undir hansara leiðslu er vorðin sambandskur. Tvørturímóti heldur hann, at flokkurin er rættiliga sjálvstýrissinnaður, og tær atfinningarnar, sum hava verið frammi, kanska meira hava koyrt uppá sjálvstýrislinjuna.