Ein dyst í senn

Sóleyð Mikkelsen er av álvara komin aftur á føroysku hondbóltstindarnar, eftir at hon í eitt tíðarbil hevur verið heilt burturi frá hondbóltinum.

Sjálv sigur Sóleyð, at orsøkin til, at hon í fyrstu atløgu fal frá, var skurðviðgerðin, sum hon fekk í knænum í 1997.

- Í 1998 var eg so eitt sindur við, uttan tó at gera tað heilt stóra, og árið eftir fall hondbólturin líka sum niður fyri inni á Skála. Tá vóru vit bert einar seks til átta gentur, sum vandu, og tá meginparturin av hesum bert vildi spæla við aðru deild, so helt eg heilt upp at at spæla.

- Undan kappingini í ár settu tær í VÍF seg í samband við meg. Eg hevði framvegis góðan hug at spæla, og tá VÍF fram um StÍF kundi bjóða mær hondbólt í bestu deildini, so helt eg, at tað var vert at ofra eitt sindur meira av tíð upp á tað.

Ikki kann sigast annað enn, at tað higartil hevur gingið væl hjá Sóleyð og VÍF. Tær liggja í løtuni á odda í bestu deildini, men tá vit spyrja um vónirnar fyri árið, er svarið tó ógvuliga jarðbundið.

- Vit taka ein dyst í senn.