Ein ella tveir fólkaskúlar í Klaksvík

Nú skal avgerð takast, um tað skulu vera ein ella tveir skúlar í Klaksvík

Skulu tað verða ein ella tveir skúlar í Klaksvík?


Tað er spurningurin býráðið nú fer at taka endaliga støðu til.


Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini, sigur, at fyri sløkum trimum árum síðani samtykti býráðið, at tað skulu vera tveir skúlar í Klaksvík, men at teir skulu samstarva.

 

Síðani hevur býráðið arbeitt eftir tí.

Á sumri í 2012 gjørdi ein arbeiðsbólkur hjá býráðnum eitt uppskot til eina byggiskrá fyri tann nýggja skúlan, Býráðið hevði samtykt

Í langtíðarætlanini hjá býráðnum eru 70 milliónir settar av til skúlabygging og í løtuni situr ein byggibólkur og fyrireikar byggingina.


- Í tí sambandi er spurningurin um ein ella tveir skúlar vorðin alt meira átrokandi, sigur Jóhann Lützen

 

Hann sigur nevniliga, at í byggibólkinum eru ymsar fatanir av, hvussu samtyktin hjá býráðnum um skúlabygnaðin skal tulkast.

- Ivamálið snýr seg í sambandi við býráðssamtyktina frá 2011, og um tað er í samsvari við byggiskránna, sum nú fyriliggur -og sum býráðið hevur samtykt í 2012- at tað skulu verða tveir skúlar, ið samstarva.


Jóhann Lützen sigur, at tí er tørvur er á at fáa greiðar linjur fyri skúlabygnaðin, áðrenn farið verður víðari við ætlanini um at byggja skúla.


Tí verður málið lagt fyri avvarðandi nevndir og býráð við einum tilmæli um, at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri báðar skúlarnar og kommununa, sum skal gera uppskot um, hvussu skúlarnir í Klaksvík skulu skipast bygnaðarliga.

- Býráðið fer síðan at taka endaliga støðu til skúlabygnaðin, sigur formaðurin í Trivnaðarnevndini.


- Tá ið endalig støða er tikin til skúlabygnaðin, er klárt at fara undir sjálva byggitilgongdina ig seinni í ár, verður spakin verður settur í, sigur hann.