Ein endurtøka av eini farnari tíð

Á norðoyastevnu sýndi Hjalmar Waag Høgnesen úr Klaksvík fram myndir frá Kalsoynni. Nógv fólk vitjaðu framsýningina, og stuttligt var hjá nógvum at síggja gamlar myndir, har tey av sonnum kendu seg aftur ? bæði hvat persónum og hendingum viðvíkur. Heini O. Heinesen var ein av teimum mongu, sum nýtti høvi til at vitja framsýningina

Klaksvík:
Hjalmar var skipari á Barsskor í nógv, nógv ár, og hesa tíðina nýtti hann ofta høvi til at taka myndir. Og upp gjøgnum árini hevur eitt ikki so lítið myndasavn rúgvað seg upp hjá honum. Og á norðoyastevnu sá ein partur av hesum myndasavninum dagsins ljós í auluni í skúlanum við Ósánna, har Hjalmar hevði framsýning saman við Norðoya Listafelag. Sagt varð, at yvir 700 fólk vitjaðu framsýningina hjá Listafelagnum, og sum skilst so var framsýningin hjá Hjalmari so bergtakandi, at tað er ilt at ímynda sær, at tey eru farin útaftur uttan at hava vitjað framsýningina hjá Hjalmari.
Millum tey, sum vóru og vitjaðu hesa framsýning, var Heini O. Heinesen, løgtingsmaður. Hann minnist sjálvur nógv til hetta tíðarskeiðið og longur aftur enn tað. Hann sigur, at hatta var eitt tað besta myndasavnið, sum hann nakrantíð hevði sæð.
? Myndirnar vóru so livandi, at tað var fyri meg sum at síggja ein film, sigur hann.
Nógvar gamlar myndir frá tí tíðini, tá Barsskor sigldi á Syðradal, Húsar, Kunoy, Mikladal og Trøllanes. Lítli bátur var eisini við á nógvum myndum, sum varð nýttur, tá tað ikki var gjørligt at leggja at.
Á nógvum myndum sást, hvussu var borið at, tá Barsskor var komin at. Um ikki líkindini vóru góð, og tað súvaði nógv, so sást týðuliga aftur á myndunum, hvussu alt gekk fyri seg, tá vøra og fólk skuldu í land. Ein kundi síggja fólk, sum passaðu sær løði til at leypa av bátinum á land. Fólk, sum kanska ikki vóru so von við hetta, og tískil ikki vóru heilt trygg við støðuna somuleiðis.
? Hatta var sum at uppliva eina farna tíð aftur. Tað var stuttligt at síggja myndirnar, og á tann hátt verða mintur á, hvussu tað var fyrr, greiðir Heini frá. Hann er ikki í iva um, at eitt tílíkt myndasavn, sum Hjalmar eigur, hevur stóran týdning fyri lokalsamfelagið.
Heini minnist aftur á tíðina, tá Barsskor eisini sigldi til Kunoyar, og hann greiðir frá, at tað var tann heilt stóra hendingin, at postbáturin kom til bygdina. Bygdafólkið plagdi at ganga og hyggja fyri at vita, nær báturin kom.
? Tað var so, at tá plagdi Barsskor at leggja at í Kunoy á veg norður til Mikladals og Trøllanes, og um onkur so skuldi avstað við Barsskor brádliga, so mátti man siga frá, tí so kom hann aftur á vegnum aftur til Klaksvíkar, greiðir hann frá. Og hann heldur fram, at tað kom ofta fyri, at fólk ringdu til Trøllanesar og bóðu tey boða skiparanum frá at leggja leiðina framvið Kunoy aftur.
? Onkuntíð kundi tað elva til eitt sindur av øsing, tí tað kundi vera ógvuliga ilsligt at sigla tvørtur um fjørðin, men væl bar kortini til, sigur Heini og flennir.
Serliga leggur Heini dent á, at myndasavnið hjá Hjalmari goymir nógvar persónar, sum ei longur eru í millum okkum.
? Har eru nógv søgulig virði um eina tíð, sum er farin. Og tá nýggja ferjulegan á Syðradali eisini er komin, tá kann tað væntast, at hetta púrasta fer í gloymibókina, og tá er tað av alstórum týdningi, at slík minni kunnu verða varðveitt sum longst, sigur Heini Heinesen at enda.

Fornminnissavnið
Hjalmar Waag Høgnesen eigur eitt sera stórt myndasavn. Og tað eru so sanniliga ikki bert myndir av Kalsoynni.
? Eg ætlaði at hava myndir aðrastaðni frá eisini, men ein má avmarka seg, sigur hann.
Meginparturin av myndunum eru frá 30 árum síðani og longur aftur enn tað.
Hjalmar sjálvur hevur ætlanir um at lata Norðoya Fornminnissavni myndirnar, tí hann heldur, at tær á henda hátt kunnu verða best varðveittar.
? Tað er við hesum sum við so nógvum øðrum. Tað ferst so skjótt. Fyrsta ættarliði goymir væl, men so koma fólk, sum ikki hava nakað serligt tilknýti til hesa farnu tíð, og so forfarast tær, sigur hann.
Hóast framsýningin hevði stóran áhuga millum tey vitjandi, so hevur Hjalmar ongar ætlanir um at hava fleiri framsýningar. Men hann fer tó væntandi at hava hesa framsýningina í tilhaldinum í Havn á Ólavssøku.