Ein er skuldsettur fyri harðskap - og ein koyrdi ávirkaður

– Men sum heild hevur tað verið friðarligt

Tað hevur verið nógv fólk í býnum hetta vikuskiftið, men upp á seg hevur tað verið rættiliga friðarligt. Løgreglan sigur, at ein bilførari er tikin fyri at koyra bil, hóast hann var ávirkaður av rúsevnum. Tá ið rúsevnaroynd varð tikin av honum, gav hon útslag og tí varð hann førdur fyri ein lækna, sum tók blóðroynd av honum fyri at staðfesta, hvussu ávirkaður hann er.

 

Í sambandi við rúsdrekka, skal bilførarin hava 0,2 promillu í blóðinum fyri at talan skal vera um rúsdrekkakoyring, men í sambandi við rúsevni, er einki minstamark, so bara royndin er positiv, fellur hamarin.

 

Somuleiðis er ein maður tikin fyri harðskap. Tað var við eina matstovu, sum selur mat um náttina, at hann skumpaði eina kvinnu so harðliga, at hon fór um koll og tí er eitt mál um harðskap reist ímóti honum. Onkur vitni vóru til hendingina og tey eru eisini avhoyrd.