– Vit halda, at hetta er sera órættvíst og vit harmast nógv um støðuna.
Tað sigur Hans Andrias Kelduberg, Formaður í Felagnum Garnaskip, í tí hann kallar eini eyðmjúkari og inniligari áheitan á samgonguna.
– Tá samgongan gjørdi av at býta smáar makrelkvotur til heimaflotan, var eitt av endamálunum at styrkja um feløgini, tí hesi hava havt tungan rakstur í nógv ár, sigur hann.
Hann sigur, at ein skipabólkur, sum hevur havt ein serstakliga tungan rakstur í nógv ár - kanska tann tyngsta raksturin av øllum - eru garnaskipini.
– Tí vóru vit í Felagnum Garnaskip sera fegin, tá vit frættu, at garnaskipini eisini fóru at fáa sín lut í makreltilfeinginum á jøvnum føti i við línuskipini, tí annars varð vandi fyri, at raksturin hjá garnaskipunum fór at detta niðurfyri.
– Gleðin var tó nokk so stokkut, tí stutt eftir at lógarverkið varð samtykt í Løgtinginum, fóru garnaskipini at fáa rokning sendandi frá Vørn fyri veiðigjøld upp á makrel, sigur Hans Andrias Kelduberg í eini viðmerking í dag.
– Hetta undraði okkum nokk so nógv, tí ein av aðalboðskapunum frá politisku skipanini var júst, at skipini á føroysku landleiðini, ikki skuldi gjalda veiðigjald fyri makrelkvoturnar.
– Tá vit kannaðu málið, vísti tað seg, at tað var rætt, tí skipabólkarnir í heimaflotanum skulu ikki gjalda veiðigjald av makrelkvotuni, sigur hann.
Men garnaskipini sleppa ikki undan hóast tey eisini hoyra til heimaflotan.
– Vit trúðu ikki okkara egnu eygum og oyrum, sigur hann.
Hann sigur, at tað vísir seg, at vera ein feilur í lógini um sjófeingi og veiðigjøld, soleiðis at støðan nú er tann, at bara tey ríkastu reiðaríini, sum eru tey við uppisjóvarskipum, og tey fátakastu reiðaríini, sum eru garnaskipini, skulu gjalda veiðigjald av makrelkvotu.
– Hetta kennist okkum í Felagnum Garnaskip sera órættvíst og vit harmast nógv um støðuna, sigur Hans Andrias Kelduberg.
– Sostatt kann staðfestast, at garnaskipini, sum er ein tann veikasti skipabólkurin á føroysku landleiðini, eru fyri stórum mismuni aftur ímóti hinum skipunum á føroysku landleiðini.
– Vit í Felagnum Garnaskip halda ikki, at hendan støðan er skapt við vilja, men mugu bara ásanna, at garnaskipini eru dottin niður ímillum, tá lógarverkið varð broytt í Løgtinginum stutt fyri jól í 2019.
– Vit hesum verður ein eyðmjúk og innilig áheitan send um at fáa henda skeivleika rættaðan, soleiðis at garnaskipini verða viðfarin á jøvnum føti við hinar samsvarandi skipabólkarnar á føroysku landleiðini, sigur Hans Andrias Kelduberg.