Ein eygnalækni afturat á Landssjúkrahúsinum

Tað hevur ofta verið sagt, at tað er leingi at bíða eftir at sleppa til eygnalækna á Landssjúkrahúsinum. Men nú hevur Landssjúkrahúsið fingið fingið ein eygnalækna afturat, so nú eru fýra eygnalæknar í starvið har. Nýggi serlæknin í eygnasjúkum er Andrea á Dul Poulsen, sigur Landssjúkrahúsið

 

Tað leggjast alt fleiri serlæknar til í Sjúkrahúsverkinum og nú Andrea á Dul Poylsen tekur við starvinum á nýggjárinum, kemur úr einum starvi sum deildarlækni á eygnadeildini á Aalborg Universitetssjúkrahúsi.

 

Nýggi serlæknin er annars kend á Landssjúkrahúsinum, her hon hevur verið bæði sum KBU-lækni og í introstarvi og játtanin til at seta hana í starv er úr serligu puljuni hjá sjúkrahúsverkinum til serlæknar.