Ein fíggjarligur smeitur fyri klaksvíkingar

Men kommunan er klár til at hjálpa til

Tað verður ein fíggjarligur smeitur fyri kappróðrarfelagið í Klaksvík, at mestsum eingir áskoðarar skulu vera til kappróðurin á Norðoyastevnu.

Fyri at forða fyri, at korona fer at breiða seg, verður mæl til, at fólk ikki savnast í størri bólkum, og í sambandi við kappróðurin verður eisini lagt upp til, at áskoðarar skulu ikki vera á sjálvum kappróðrarøkinum. Heldur skulu áskoðarar finna sær góð pláss longur uppi í býnum, haðani kappróðurin eisini sæst væl nógvastaðni.

Men tað merkir eisini, at kappróðrarfelagí í Klaksvík missur eina munandi inntøkukeldu, so so verða atgongumerki ikki seld

Men Fríða Næs, samskiftisfólk hjá býráðnum, sigur, at tey hava lagt upp til, at fólk kunnu stuðla kappróðrarfelagnum við eini peningagávu, hóast tey ikki fáa keypt atgongumerki.

Og hon sigur, at í býráðnum eru tey varug við støðuna, og hon sigur, at tá ið Norðoyastevnan er av, og greiða fæst á, hvussu fíggjarliga úrslitið er, fara býráðið og kappróðrarfelagið at gera støðuna upp. Og so er býráðið sinnað at spjaða til, fyri at styrkja fíggjarliga grundarlagið undir felagnum.