Í dag, 6. oktober, eru sjeyti ár liðin, síðan Poul E. Poulsen, eisini róptur Poul á Skalla, varð borin í heim á Heyggi í Hvalba. Av einum systkinaflokki uppá seks er Poul triðelstur.
Poul er sonur Annu og Jacob Meinhard Poulsen. Tað lítla heimið, sum stóð á Heyggi, kundi ikki sammetast við tað, sum vit vanliga kalla ein bústað í dag. Hetta lítla húsið var heimið hjá Poul og systkjunum, til hann var gott og væl hálvvaksin, men so mangan havi eg hoyrt Poul tosað um hvussu tey kláraðu seg, har kærleikin, trúgvin á hin altvaldandi og lívstreystið vóru lyklaorð, sum fingu alt at ganga. Ikki vóru treytirnar altíð tær bestu, men øll tóku eina hond í og soleiðis gekk tað. Tað var púra vanligt, at børnini eftir konfirmatiónina luttóku í dagliga arbeiðinum.
Miðskeiðis í fýratiárunum flutti familjan í tey húsini, sum í dag standa á Skalla í Hvalba. Hesi hús læt Jacob M. Poulsen byggja, og familjan fekk meiri pláss, men kortini var húsplássið ikki so nógv, tá hugsað verður um at tey vóru átta fólk í húsi.
Sum 17 ára gamal fór Poul sín fyrsta túr til skips. Hetta var við Drátti, og við hesum byrjaði lívið hjá Poul sum sjómaður. Her var hann við til hann í 1950 fór við Kalsevni at royna undir Íslandi og Grønlandi. Tíðin við Kalsevni hevur heilt greitt verið nakað serligt fyri Poul, mangan hevur hann greitt frá tíðini við Kalsevni, har hendingar og løtur ? strævnar sum góðar ? góvu hesum, tá unga hvalbinginum, royndir, sum hann ivaleyst seinni mangan gjørdi nýtslu av.
27. des. 1953 varð brúdleyp hildið í Hvalba. Tá giftist Poul við Kristinu Thomsen, ættað úr Sandvík og uppfostrað hjá Dánjal og Olinu Thomsen í Garðsini í Hvalba. Saman fingu tey 5 børn: Gunnhildur, Annolina, Dagbjørt og tvíburðarnar Johild og Berghild. Húsið á Skallanum bleiv somuleiðis teirra barnaheim, har tær vuksu upp, og hugnin saman við foreldrunum, ommuni Annu og abbanum Jacob Meinhard var í hásætinum. Vit onnur kunnu bara ímynda okkum tann mennandi og gevandi uppvøksturin húsið á Skalla hevur verið karmur um.
Poul var eisini við, tá føroyingar fyrst í sekstiárunum leitaðu til Grønlands at rógva út; við »Skallabrøður« róði hann út saman við øðrum frá apríl mánaði og til september frá 1960?63. Honum dámdi væl umhvørvið í Grønlandi og í Føroyingahavnini og fyri flest allar teir føroyingar, sum vóru í Grønlandi, og familjur teirra, sum vóru eftir heima í Føroyum, var hetta ein minilig tíð, og fyri Poul var hetta tíðarskeið nakað heilt fyri seg; og lítið man vera at ivast í, at Poul er glaður fyri at hava verið millum teir føroyingar, sum leitaðu nýggjar leiðir fyri at vinna sær til dagin og vegin, og í mangar mátar hava sett varðar eftir seg, fyri eftirtíðina at líta aftur á.
Um veturin, tá ikki varð róð út í Grønlandi, varð arbeitt í kolinum í Hvalba, og annars alt fyrifallandi, sum var at gera.
Við áræði og dirvi tók Poul saman við øðrum stig til at keypa útróðrarbátin, sum teir nevndu Glyvraberg. Og við hesum róðu teir út í fleiri ár. Fiskieydnuna høvdu hesi royndu menn góða, og mangan fongin hava teir ført til lands millum ár og dag.
Poul fór í sjeytiárunum at fiska við norðmonnum. Var eitt stutt bil við bátinum Longva, til hann mynstraði við Sjøvik, har var hann við til hann í 1974 meiðslaði seg so illa, at hann mátti gevast við sjólívinum og legðist upp á land.
Hóast hetta var ein sera stór broyting í lívinum hjá Poul, sum hevði serligan tokka til sjólívið, misti hann ongantíð mótið, men byrjaði harafturímóti at skapa sær eina tilveru á landi.
Lívsmótið og vónin um at framtíðin altíð lagar seg, hevur altíð sermerkt Poul, eisini tá tilveran ikki altíð hevur verið soleiðis sum ein kundi hugsað sær.
Hann er kendur fyri sítt serstakliga góða hegni at gera prýðislutir, tað veri seg sluppir, modell av útróðrarbátum, lampur, veggjaprýði ? tað eru ikki so fá heim í Føroyum, sum eftirhondini hava eitt nú grindareiðskap hangandi á bróstinum og eina lampu standandi á hillini. Hetta er eitt ítriv, sum pápi hansara eisini fekst við, og sigast má, at Poul hevur við sera hepnari hond ført hetta víðari.
Poul fór upp í nevndararbeiði hjá Bóltfelagnum Royn, har hann var við í fleiri ár og royndi at samskipa og leggja til rættis tiltøk, sum skuldu bera felagnum fíggjarliga.
Samfelagsmál hava altíð havt tann stóra áhugan hjá Poul, og mangt kjakið hava vit báðir verið ígjøgnum, og hóast vit kanska ikki hava verið so samdir politiskt, so hevur kjakið altíð verið gott og gevandi, og meira enn einaferð mátti eg ásanna, at aldursmunurin og lívsroyndirnar vóru Poul til fyrimuns.
Hansara nærmastu hava altíð staðið hjarta hansara næst. Børnunum hevur hann altíð veitt stuðul og hjálp, bæði á ein og annan hátt, hann er glaður, tá tað gongst teimum væl og er altíð til reiðar, um okkurt ikki gongur eftir vild, og konuni hevur hann verið ein góður maður.
Tá mamma hansara gjørdist lamin, umbygdi Poul húsini, soleiðis at hann kundi hava mammu sína heima og vera um hana.
Abbabørnini hava øll sum ein havt sítt serliga pláss í hjartanum hjá Poul, og eg meti ikki eg fari skeivur, tá eg sigi, at tað altíð hevur verið nakað serligt hjá ommubørnunum og abbabørnunum at hava verið hjá ommuni og abbanum í Hvalba.
Við hesi kvøðu vil eg enn einaferð ynskja Poul hjartaliga tillukku við sjeyti ára degnum við ynskjum um alla góða eydnu og harrans signing í framtíðini.
Áki