Bankapakkaloysnin.
Men áðrenn hetta hendi, høvdu í eina tíð myrk skýggj verið at sæð á tí fíggjarliga hválvinum, og sum høvdu viðført, at stjórnirnar í nógvum londum høvdu veitt fíggjarstovnunum stóran peningaligan stuðul.
Sama gjørdi danska stjórnin, og við tað, at vit eru í einum vælvirkandi ríkisfelagskapi, varð sama trygdin, ið var veitt donskum bankum, eisini boðin teimum føroysku bankunum, og eftir at sitandi samgonga við sambandsløgmanninum á odda, hevði samtykt uppskotini, tóku allir teir føroysku bankarnir av bankapakka 1 og bankapakka 2.
Harvið varð statstrygd veitt øllum, sum høvdu pening innistandandi í føroysku bankunum, óansæð hvør peningaupphæddin var.
Hetta skapti ein peningaligan stabilitet og gjørdi, at fólk lótu pengarnar standa í bankanum ella sparikassanum, tí tey høvdu trygd fyri allari upphæddini.
Hetta var eisini galdandi, tá Eik banki fór falitt, og tí mistu tey, sum høvdu pengar innistandandi onki, meðan eigararnir av bankanum, tíverri, mistu allan sín partapening.
Ein onnur trygd í avtaluni var hon, at fór ein banki falitt, so skuldi hesin undir veingjabreiðið hjá Finansiel Stabilitet, men kortini halda fram sum banki við verandi bankavirksemi, til teir høvdu funnið eina loysn við nýggjum eigara.
TF Holding keypir Eik.
Hetta hendi so í vikuni, tá ið privata felagið TF Holding keypti Eik, uttan at landskassin á nakran hátt var uppi í, og tað staðfestir tað, sum Sambandsflokkurin alla tíðina hevur verið fullvísur í, at tað trygdarnet og trygdarskipan í báðum bankapakkunum kom at vísa sítt virði í verki.
Tað eru tey dugnaligu samráðingarfólkini, sum eiga æruna av tí avtalu, sum er fingin og sum tryggjar okkum, at vit aftur hava 2 stórar føroyskar bankar í tí føroyska samfelagnum og fari eg at ynskja Eik banka blíðan byr í tíðini ið kemur.
At vit komu so snikkaleyst burtur úr hesi bankakreppuni sum vit gjørdu, kemur av, at vit eru í einum vælvirkandi ríkisfelagskapi, sum hevði funnið loysnir fyri slíkum kreppum, áðrenn tær komu, og tí tað politiska samarbeiðið í ríkisfelagskapinum er fram úr gott og er ikki púri, tá ið umræður at finna loysnir, føroyska samfelagnum at gagni.