Ein FA Cup finala millum liðini í Manchester er møgulig

Manchester United møtir Brighton, og Manchester City møtir Sheffield United í hálvfinaluni

Fjórðingsfinalurnar í heimsins elstu fótbóltskapping, FA Cup steypakappingini í Onglandi vóru leiktar í dag og ígjár.

 

Manchester City-Burnley 6-0 (2-0)

 

Brighton-Grimsby 5-0 (1-0)

 

Sheffield United-Blackburn 3-2 (1-1)

 

Manchester United-Fulham 3-1 (0-0) 

 

Liðini úr Manchester møtast í finaluni um tey liva upp til sína favorittstøðu.

 

Manchester United fær tó eina torførari hálvfinalu. Teir møta Brighton í hálvfinaluni, meðan Manchester City møtir Sheffield United, ið spælir í næstbestu deildini.

 

Hálvfinalurnar vera leiktar á Wembley leikvøllinum í London 22. og 23. apríl. 

 

Vinnararnir møtast í finaluni, ið verður leikt 3. juni.