Ein fantastisk útbygging av Føroyum

- Hetta er ein heilt fantastiska góð útbygging fyri føroyska samfelagið - og ikki minst fyri økið í Nes kommunu og Skálafjørðin sum heild.

 

Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin?

- Eg eri so heppin at vera boðin við til hátíðarhaldið, sum verður í samband við, at Eysturoyartunnilin alment verður tikin í nýtslu. Eg koyri í egnum bili inn í tunnilin og oman til rundkoyringina. Stutt eftir, at snórurin er kliptur, koyri eg so ein túr gjøgnum tunnilin. 

Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu.

Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?

- Eg veit ikki rættiliga, hvørji positiv lýsingarorð eg skal brúka, men eg haldi, at hetta er ein heilt fantastiska góð útbygging fyri føroyska samfelagið - og ikki minst fyri økið Í Nes kommunu og Skálafjørðin sum heild.

Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?

- Ja, tað fari eg heilt víst at gera, sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu.

##med2##