Ein farin tíð

Heri Mohr

Abbi mín, Johan Vilhelm Mohr (1853-1941), bóndasonur úr Hoyvík, var á mangan hátt eitt sjáldsamt menniskja. Hansara arbeiðssemi og rættvísiskensla og røkiskapur og reiðiligheit eru legendariskar. Hansara vanvirðing fyri vanbøn, lygn, ósannaðari villleiðing og óreiðiligheit eru eisini legendariskar. Hetta vóru eginleikar og eyðkenni, ið myndaðu hann í øllum lívsins viðurskiftum. Og so var hann kirkjufólk, rótfestur í fedranna kirkju.
Í tí frálíku og í søguligari merking áhugaverdu bókini Meinigheitshúsið í Havn, sum Johs. Andr. Næs skrivaði og Heimamissiónsfelagið gav út á ólavsøku 2008, er rættiliga nógv skrivað um Vilhelm Mohr.

Tann 1. juli 1879 keypti abbi Skansagarð: ”Skansegaard, et Hus bestående af 2 Stuer, 2 Kamre, 1 Spisekammer, 19 alen langt og 13 alen bredt. En Kjeld 6 alen lang, 5 alen bredt samt en Kjøkkenhave med Staket.” Hann keypti Skansagarð ”med Torvskærerrettigheder i Aaleskjærshaugen v.m. fra dødsboet efter (tittul?) Jens Davidsen og tidligere afgangne Hustru, Maren Margrethe Johannesen af Thorshavn,” fyri 4.200 krónur.
Á kyndilsmessu í 2008 gav Eikgrunnurin út áhugaverdu bókina Eikirøtur, skrivað av Zacharias Wang. Í henni er nógv áhugavert at lesa um Jens Davidsen.

Í einari lítlari bók, sum abbi skrivaði í tíðini frá juli 1879 – sama ár og mánað, sum hann keypti Skansagarð, tá var hann 26 ára gamal – og nøkur ár fram, síggja vit, at hann á ein serligan hátt hevur stuðlað og hjálpt fátækrafólki í Havn.




Sum kunnugt var Nólsoyarfjørður álitið hjá havnarfólki í teirra lívsins uppihaldi. Sjálvur var hann ein íðin útróðrarmaður umframt handilsmaður, skipseigari og reiðari, skrivari í Havnar kommunu, traðarmaður, torvskerarmaður, enskur tolkur í sjórættinum o.a. Og um somu tíð, 1880-1890, skrivaði hann í eitt hefti 113 navngivin mið og ýtir eystan fyri Nólsoynna og í Nólsoyarfirði .
Í bók eru fullfíggjaðir byggi-og rakstrarroknskapir hjá fleiri róðrarbátum, ið hann lat byggja. Tað vísir seg, at so hvørt sum ein bátur var liðugt smíðaður, varð hann latin onkrum manni at nýta til útróður í eini tvey ár. Abbi keypti so fiskin (kontanta avrokning) og av hesum fekk hann sín bátspart (sjá avrit úr bókini). Tá ið útróðrarmaðurin soleiðis varð kønur í streymi, miðum og ýtum, kundi hann keypa bátin og fáa hann til ognar.
Sum longu sagt, skrivaði abbi niður 113 mið og ýti eystan fyri Nólsoynna og í Nólsoyarfirði til tess at onnur, eitt nú teir nýggju bátaeigararnir, kundu fáa gleði og nyttu av teimum.
Av roknskapunum framgongur til dømis, at ”Baad nr. 1,” varð bygdur í 1879/80 og kostaði 152,88 kr. at byggja (sjá avrit úr bókini), og at hann varð seldur 7. juli 1881 við seglum og mastur, árum, kumpassi, bátshaka v.m. fyri 150 kr. Avtalan um bátspartar helt sjálvsagt uppat við eigaraskifti.

Sambært roknskapunum lat abbi byggja 5 bátar í tíðini 1879 – 1887, sum allir vórðu avgreiddir við bátsparti, sølu og upplæring á sama hátt sum við tí fyrsta bátinum. Nummar 5 bátur varð tó ikki handaður (seldur) fyrr en 1892.
Allur fiskireiðskapur so sum ”Langline” og ”Helleflynderline” fylgdi við bátunum. Fyri línurnar fekk abbi ”Linepart,” so leingi hann átti línurnar. Í 1880 var hesin partur 17,65 kr. Í 1894 seldi abbi eina gamla línu fyri 1 krónu.

Hetta er so ein lítil mynd av, hvussu havnarmenn fyri 130 árum vórðu hjálptir at ogna sær bát við upplæring í streymi, miðum og ýtum til útróður. Ein stetlandi byrjan til fíggjarligan tryggleika.

Handritið viðvíkjandi umrøddu miðum og ýtum er latið Fróðskaparsetrinum í varðveitslu, og bókin viðvíkjandi útróðrarbátunum, sum her er umrødd, verður óivað eisini latin Fróðskaparsetrinum.