Ein ferð í dreymaland

- Tá fólk fara í býin, skulu tey sleppa at uppliva nakað øðrvísi og veruleikafjart frá vanliga gerandisdegnum, og júst hesum hava vit lagt okkum eftir, sigur Elisa Heinesen, sum saman við tveimum designarum úr Onglandi hevur staðið fyri hølisbroytingunum í nýggja náttklubbanum Eclipse, sum næsta vikuskiftið letur upp í fyrrverandi Club 20 hølunum

Vikuskiftið 11-12. oktober opnar nýggjur náttklubbi í klubbagarðinum í Havn í teimum hølum, sum fyrr bóru heitið Club 20. Navnið at nýggja náttklubbanum er fínt og fornemt Eclipse, og bert heitið gevur eina ábending um, at talan er um eitt øðrvísi umhvørvi enn tað eftirhondini útgingna og slitna Club 20.

Designarar úr Onglandi
Seinastu tíðina hava tríggir útbúnir designarar staðið fyri broytingunum í nýggja klubbanum. Føroyska Elisa Heinesen, sum er útbúgvin palldesignari við serligum atliti til ljós og ljóð, hevur saman við ensku designarunum Sally Franklin og Justine Harrison mynda hølini av nýggjum, og hava allar tríggjar tikið útbúgvingar sínar á sama universiteti í Onglandi. Tann eini enski designarin arbeiðir í løtuni sum DVD framleiðari, meðan hin er theaterdesignari.
- Vit hava hjálpt hvørji aðrari í ymsum verkætlanum fyrr, og supplera vit hvørja aðra við ymsum sjónarhornum og áskoðanum, sigur Elisa Heinesen, sum higartil er vælnøgd við útsjóndina í nýggja náttklubbanum. Sjálv hevur hon nýtt umleið ein mánað at tekna alt, og síðani er arbeiðsfólkið farið í holt við at broyta hølini eftir ynskjum Elisu Heinesens.
- Nú havi eg í seinastuni arbeitt við klæðum burturav, so hetta við palldesigni er ein ferð aftur í tíðina fyri meg, sigur Elisa Heinesen flennandi.

Veruleikafjarur stemningur
Elisa Heinesen hevur sínar avgjørdu metingar um, hvussu ein uppliving í býnum skal vera.
- Tá fólk fara í býin, skulu tey uppliva eina órealistiska og øðrvísi uppliving samanborið við vanliga gerandisdagin, og júst hetta hava vit lagt okkum eftir í designinum av nýggja náttklubbanum, vísir Elisa Heinesen á. Við ljósi, ljóði og litum skal sambært henni eitt ávíst "mood" skapast, og skal talan á henda hátt vera um eina ferð inn í nakað dreymakent.
- Náttklubbin Eclipse verður í øllum førum einki, føroyingar fyrr hava upplivað, og møguliga fer tað eisini at taka nakað av tíð, áðrenn íbúgvararnir her á landi fara at dáma staðið, sigur Elisa Heinesen flennandi. Hon leggur dent á, at tær tríggjar í øllum førum hava roynt at skapa nakað ótraditionelt í hølunum niðri í klubbagarðinum.
Elisa Heinesen og hinar báðar úr Onglandi ferðast nógv í arbeiðsørindum, og hava tær tískil sæð og upplivað nógvar ymsar náttklubbar kring heimin. Umframt tað hevur føroyski designarin í sambandi við hesa verkætlan verið og hugt at ymsum náttbklubbum uttanlanda til íblástur at forma Eclipse.
- At hava verið ymsastaðni og hugt hevur givið íblástur til hesa verkætlan, og fleiri hugskot eru fingin um, hvussu tað skal síggja út inni í Eclipse, sigur Elisa Heinesen. Sostatt kann sambært henni ein altjóða dámur eisini væntast í nýggja klubbanum.

21 ára aldursmark
Sambært eigaranum Peturi Olsen er málbólkurin hesaferð heilt nýggjur, og leggur Petur Olsen dent á, at í Eclipse verður aldursmarkið strangt 21 ár. Við gamla Club 20 konseptinum gjørdust tey ungu millum 18 og 21 ár ov fá til náttklubba í Havn, tá so nógv onnur tiltøk eru.
- Taka vit allar festivalarnar, stevnurnar, konsertirnar, prixini og onnur tiltøk, t.d. tiltøkinin hjá ítróttarfeløgunum, verða so fáir kundar eftir í hesum aldrinum, og tískil stíla vit eftir nøkrum øðrvísi nú, vísir Petur Olsen á.
Sostatt verður væntandi talan um nýggja fjøld í endurnýggjaðum hølum við nýggjum navni, og eigarin leggur eina við, at fólk, sum ætla sær í býin í næstum, av sonnum kunnu vænta sær nakað øðrvísi.
- Í løtuni kunnu vit bert siga, at klubbin verður nakað, ein ongantíð fyrr hevur sæð her á landi, vísir Petur Olsen á uttan at vilja avdúka, hvør kostnaðurin fyri renoveringarnar hevur verið.
Teir tríggir designararnir leggja í hesum døgum seinastu hondina saman við arbeiðsfólkunum á verkið, sum skal vera til reiðar at hýsa gestum fyri fyrstu ferð komandi vikuskiftið, og sambært Elisu Heinesen er endamálið við Eclipse at geva fólki møguleikan fyri eini ferð inn í dreymaland í eini øðrvísi náttaruppliving samanborið við tað, føroyingar eru vanir við.