Fíggjarætlan sum broytir Sjóvar kommunu

Seinastu árini hava tey í Sjóvar kommunu havt eina stóra tilgongd av borgarum, og hetta setir síni krøv til kommununa og fíggjarætlanina fyri 2022.

 

Í Sjóvar kommunu hava tey samtykt fíggjarætlanina fyri 2022, har skattaprosentið, sum er 21, verður óbroytt, og har barnafrádrátturin, sum er 7.000 krónur, eisini verður óbroyttur. 

 

Væntaðu inntøkurnar fyri 2022 eru mettar til stívliga 57,8 miljónir, og væntaðar útreiðslur í komandi ári eru mettar til stívliga 52 miljónir krónur. Í Sjóvar kommunu ætla tey at gera íløgur í 2022 fyri stívliga 22,2 miljónir krónur. 

 

- Vit hava seinastu árini havt eina stóra tilgongd av borgarum, og hetta hevur við sær, at tørvur hevur verið á at økja um dagstovnaplássini. Í 2019 vórðu tríggjar nýggjar vøggustovur bygdar, og tá varð hetta mett at nøkta tørvin á økinum eina rúma tíð framyvir.

 

Men, í dag noyðast tey í Sjóvar kommunu at ásanna, at tørvurin á dagstovnaplássum er øktur munandi, og tí verður neyðugt - enn einaferð - at økja um plássini, hesaferð hjá teimum eldru børnunum í frítíðarstovuni. 

 

Í 2011 varð Stranda skúli útbygdur, og umstøðurnar í skúlanum eru sum heild rættiliga góðar.

 

- Í 2022 fara vit at skifta tann gamla elevatorin, og samstundis fara vit at gera eina nýggja lyftu í tann nýggja partin av skúlanum. Lyftan fer samstundis at tryggja okkum atkomu til goymsluna í fimleikahøllini.

 

Bygdahúsið á Strondum er dagført, og umstøðurnar á miðhæddini og í kjallaranum eru nú munandi betri, enn tær vóru. Her ætla tey í Sjóvar kommunu at bjóða ungdóminum eitt tilboð, sum í løtuni verður fyrireikað, og ætlanin er at koma á mál við hesum í 2022.

 

Stórur áhugi er fyri at búseta seg í Sjóvar kommunu.

 

- Í løtuni eiga vit eingi grundstykki at selja. Vit meta tað vera eina av fremstu uppgávunum at eiga grundøkir til bústaðir til fólk, ið vilja búseta seg í okkara kommunu, og vit hava raðfest hesa uppgávu sera høgt.

 

Í sínum útstykkingarætlanum hevur Sjóvar kommuna tikið hædd fyri, at bústaðartørvurin er fjølbroyttur, og tí fer kommunan - umframt at bjóða økir til vanlig sethús - eisini at bjóða út øki til tvíhús, samanbygd hús og íbúðir.

 

##med2##

 

- Í samband við, at Eysturoyartunnilin varð bygdur, hava vit gjørt eitt nýtt øki í Selvindsbøi. Økið er stórt, og liggur væl við sjóvarmálan.

 

Kommunustýrið hevur í ár arbeitt við at gera ásetingar fyri hetta økið.

 

- Vit eru sannførd um, at besta loysnin er at skipa økið soleiðis, at økið verður samansett til vinnu-og íbúðarbygging, ætlandi við lættari vinnu á niðastu hædd og íbúðir í erva. Eisini er umráðandi, at útiøkið verður væl skipað.   

 

Tað er eisini sera stórur áhugi fyri vinnuøkjum í Sjóvar kommunu.

 

- Í sambandi við endurskoðan av byggisamtyktini hava vit staðsett eitt vinnuøki í Urðum, Innan Glyvur. Hetta økið liggur sera væl fyri, tætt við landsvegin, og vit eru komin væl ávegis í samband við at ogna okkum økið og gera eina umhvørvisflokking av vinnuøkinum.

 

Í Sjóvar kommunu hava tey eisini sett tvær miljónir krónur av til at byrja fyrireikingar at byggja eina høll á Strondum, og tey ásanna, at brúk er fyri einari ítróttrhøll í kommununi.

 

 

 

 

 

Myndina av stóru planeringini á Strondum tók Álvur Haraldsen.