Tey vóru øll áhugað í at gera eitt blað. Og sum ætlað, so gjørt.
Tey settu eina viku av til blaðarbeiðið, og skipaðu seg soleiðis sum ein ger á einumhvørjum blaði: Ein var blaðstjóri, nøkur skrivaðu og nøkur útvegaðu lýsingar, meðan onnur gjørdu layoutið.
Endaliga úrslitið gjørdist blaðið "Minutt og sekund 0.1", sum tey nú selja á gøtuni og aðrarstaðir har fólk savnast.
Blaðið hevur 16 síður við litum, og ein skal ikki hava lisið leingi í blaðnum fyrrenn ein greitt sær, at næmingarnir hava lagt bæði lív og sál í arbeiðið.
Íalt eru prentað 2000 eintøk, og tey vænta at sleppa við øll. Yvirskotið av søluni fer til eina námsferð, tey ætla at gera seinni.