Ein flott bronsa

Flogbóltur: Hóast tveir mans ruku út longu í fyrsta dystinum, megnaði føroysku U19-menninir at gjøgnumføra eina góða kapping og at enda at vinna bronsu

Longu í fyrsta dystinum, sum var ímóti Íslandi hóskvøldið, var føroyska U19-manslandsliðið stak óheppið, tá tveir av spælarunum máttu fara út við skaða, tí báðir koyktu sær fótin. Fyrst Bárður Jacobsen og síðani Niels Erik Egholm Anderson fóru av vøllinum, og hvørgin teirra fekk spælt meira í kappingini.
Allíkavæl vunnu menninir væl og virðiliga 3-0 á Íslandi, sjálvt um byrjanin var eitt sindur skinklandi, men spælið batnaði í stórum, sum dystinum leið.
Fyrrapartin fríggjadagin vóru so dystirnir ímóti Danmark á skránni, og hóast okkara menn royndu sítt besta, var lítið og einki at gera hjá teimum ímóti sterku, donsku manningini, sum vann 3-0 og eisini endaði við at vinna kappingina.
Síðsti innleiðandi dysturin hjá monnunum var fríggjakvøldið, tá Norra stóð hinumegin netið, har tað serliga í øðrum og triðja setti gekk væl, men allíkavæl ikki rakk nóg langt til, at menninir kundu koma í finaluna. Norra vann 3-0, men mátti hinvegin eisini lúta 3-0 í finaluni ímóti Danmark.

Svingandi avrik
Menninir skuldu tí spæla um bronsuna ímóti Íslandi og tann dysturin var eftir døgurða leygardagin. Her kløkkaðu íslendingar, tá teir komu nógv betur frá byrjan, men tíbetur vendi dysturin:
– Vit komu væl frá byrjan og tóku fyrsta sett, men tóku okkum síðani í so nógv av løttum og taptu annað sett. Men so tóku vit okkum saman og vunnu dystin. Tað var gott fyri okkum, at vit ikki endaðu aftast, tí vit plaga at kappast við Ísland, sigur liðformaðurin hjá monnunum, Bjarni Larsen.
– Okkara ætlan var at fáa meira enn eitt triðja pláss, men av tí at skaðar spældu nokk so nógv inn hjá okkum, náddu vit ikki ordiliga málinum. Hinvegin kundu vit gleðast um, at dystirnir ímóti Danmark og Norra vóru læruríkir og ordiligur mannfólkaflogbóltur. Vit vístu góðar taktir og vóru av og á á odda. Serliga ímóti Norra gekst væl.
Bjarni Larsen helt tað eisini vera sera stuttligt at spæla eina slíka kapping á heimavølli:
– Tað var stuttligt at spæla á heimavølli, tí vit kundu reklamera eitt sindur fyri flogbólti, samstundis sum fólk kundu koma at hyggja at okkum og tað gav okkum spælarum nakað heilt serligt. At spæla eina sovorðna kapping, gevur okkum øllum blóð upp á tonna at halda fram, sigur hann.
– Og sjálvt um vit »bara« fingu bronsu, so eri eg glaður vegna kvinnurnar, at tær vunnu silvur, og tað er eitt ótrúliga flott avrik hjá teimum.
------------
Mansúrslitini

Hósdagin 10. november
11.00 Innleiðandi Ísland-Norra 0-3 (12-25, 10-25, 13-25)
15.30 Innleiðandi Danmark-Norra 3-2 (21-25, 22-25, 25-14, 25-22, 15-11)
20.00 Innleiðandi Ísland-Føroyar 0-3 (24-26, 18-25, 10-25)

Fríggjadagin 11. november
11.00 Innleiðandi Danmark-Føroyar 3-0 (25-16, 25-17, 25-17)
15.30 Innleiðandi Ísland-Danmark 0-3 (15-25, 13-25, 11-25)
20.00 Innleiðandi Norra-Føroyar 3-0 (25-14, 25-20, 25-19)

Leygardagin 12. november
12.00 Finala Danmark-Norra 3-0 (25-17, 25-23, 25-23)
14.30 Bronsudystur Føroyar-Ísland 1-3 (15-25, 25-19, 22-25, 16-25)