Ein føroyskur radari verður helst av ongum

– Tað er í mínum eygum øgiliga umráðandi, at hetta verður ein NATO-viðurkendur radari, sigur Trine Bramsen, verjumálaráðharri, sum annars er vónbjørt um, at radarin nú skjótt kann setast upp

Trine Bramsen umborð á Golfstream flogfarinum hjá donsku verjuni á veg til Føroya hósdagin. Flogfarið fekk ikki sett seg fyri veðri og vendi við aftur til Danmarkar (Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix)

Radarin á Sornfelli skal vera ein NATO-radari - og ikki ein føroyskur radari, sum føroyingar eiga, reka og umsita. Tað ger Trine Bramsen, verjumálaráðharri, greitt í drúgvari samrøðu við Sosialin.

 

– Tað síggi eg ikki fyri mær, sigur hon, spurd hvat hon heldur um uppskotið ein føroyskan radara.

 

– Mann skal minnast til, at samstarvið við okkara sameindu er øgiliga týdningarmikið. Tí hevur tað eisini so stóran týdning, at hetta verður ein NATO-kapacitetur. Tað er jú tað, sum Danmark, Føroyar og Grønland fáa ágóða av í sera nógvum øðrum sambondum, sigur verjumálaráðharrin.

 

– Tað eru NATO-kapacitetir, sum eru við til at verja okkum fyri ymsum slag av hóttanum, uttan mun til um tað er terror ella hóttanir frá Russlandi ella øðrum, sigur hon.

 

– Í einum felagsskapi má mann finna ein máta at koordinera tingini uppá. Tí er tað í mínum eygum øgiliga umráðandi, at hetta verður ein NATO-viðurkendur radari, sigur Trine Bramsen.

 

Trine Bramsen heldur annars ikki, at mann í Føroyum eigur at stúra fyri nøkrum í sambandi við hendan radaran, hóast summir føroyskir kritikarar vilja vera við, at Føroyar verða brúktar sum ein brikkur í stórpolitiska spælinum í Arktis.

 

– Har eru ikki nakrar duldar ætlanir við hesum radaranum. Tað handlar bara um, at okkara trygd er hótt. Har eru fíggindar, sum ikki ynskja, at vit skulu vera demokratisk samfeløg, og hesi liggja og gera øgilgia ógvusligar og aggressivar aktivitetir. Tað er tað, sum hesin radarin handlar um, sigur Trine Bramsen og vísir á, at tvey russisk hernaðarflogfør fyrr í mánaðinum gjørdu seg inn á danskt loftøkið.

 

Og sambært hennara upplýsingum, so eru útlitini stór fyri, at radarin verður til veruleika.

 

– Í løtuni eru vit í góðum dialogi við føroyingar um radaran. Sum eg skilji á lagnum, so er tað undirtøka fyri radaranum í Føroyum, sigur Trine Bramsen, sum annars leggur stóran dent á, at radarin bara kemur, um føroyingar vilja tað.

 

– Tað skal gerast við tí fyritreyt, at føroyingar ynskja, at hann skal setast upp í Føroyum. Tað skal vera lokal undirtøka og góðkenning fyri tí, sigur hon.

 

– Men eg upplivi, at tað er í einari góðari process. Tá radarin kemur, so fer hann at skapa lokal arbeiðspláss í Føroyum. Tað skulu vera lokal, sum skulu vera við til at tryggja fundamentið til radaran, sigur Trine Bramsen.

 

Les longri samrøðu við Trine Bramsen, verjumálaráðharra, í nýggjasta Sosialinum.

 

##med2##

 

Trine Bramsen umborð á Golfstream flogfarinum hjá donsku verjuni á veg til Føroya hósdagin. Flogfarið fekk ikki sett seg fyri veðri og vendi við aftur til Danmarkar (Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix)