Ein frágreiðing um Sernámsdepilin

Sernámsdepilin hevur í drúgva tíð fingið vánaliga umtalu í fjølmiðlunum.

Ása Ellefsen,

skúlaleiðari



Seinasta týsdag varð so samrøða við landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum, har hann, um hann verður rætt endurgivin, boðar frá álvarsligari kanning av Sernámsdeplinum á ein hátt, sum hevur givið fólki ta fatan, at okkurt óreiðiligt fer fram í Sernámsdeplinum ? okkurt sum krevur, at Sernámsdepilin verður kannaður av óheftum, serkønum fólki.

Eg havi sagt meg úr starvi mínum sum skúlaleiðari í Sernámsdeplinum, ikki tí at eg eri bangin fyri eini kanning, men tí at eg ikki dugi at síggja nøkur útlit fyri at fáa skipað viðurskifti at arbeiða undir fyrstu nógvu árini.

Tá blokkstuðulin kom, var Skúlin á Trøðni, sum var ein danskur stovnur undir danska sosialstýrinum, lagdur undir føroyska skúlaverkið at umsita, og stutt eftir varð politisk avgerð tikin um, at sernámsfrøðiliga (skúlapsykologiska) ráðgevingin í Landsskúlafyrisitingini og spesialskúlin skuldu leggjast saman, og sernámsfrøðiliga ráðgevingin flutti inn í Skúlan á Trøðni í november 1991. Í ráðgevingini arbeiddu tá undirvísingarleiðari, psykologur, lesiráðgevi, taliráðgevi í hálvum starvi og sjónsráðgevi í hálvum starvi. Í Skúlanum á Trøðni var millum annað skúli við næmingaheimi, smábarnadeild, hoyritólatænasta, raddarviðgerð, og undirvísing av afatikarum.

Ikki fyrr enn 1. januar 1998 vóru ráðgevingin og Skúlin á Trøðni formliga skipað í nýggjan stovn, Sernámsdepilin, og starvsfólkini fingu í desember 1997 skriv frá landsstýrismanninum í undirvísingarmálum, har sagt varð, at starvsstaður teirra frá 1. januar 1998 ikki longur var Skúlin á Trøðni men Sernámsdepilin. Sagt varð eisini, at starvs- og setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum skuldu fáast í rættlag og starvslýsingar verða gjørdar og sambært skrivinum varð miðað ímóti at hesi viðurskifti skuldu vera greið fyri 1. mai 1998.

Síðani hava vit einki hoyrt um hatta!

Í uppriti frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum í november 1997 um Sernámsdepilin verður sagt, at kunngerð skal gerast um nýggja stovnin.

Hon er ikki komin enn!

Seinastu trý árini hevur leiðslan í Sernámsdeplinum javnan vent sær til Undirvísingar- og Mentamálastýrið um at fáa ógreiðu viðurskiftini, sum sjálvandi skapa mistrivnað á arbeiðsplássinum og ótryggleika hjá foreldrunum, í rættlag.

Meðan Signar á Brúnni var landsstýrismaður, varð kunngerð gjørd um sernámsfrøðiliga virksemi, men Signar á Brúnni fór frá, áðrenn hon varð sett í gildi, og Høgni Hoydal gjørdist landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum.

Í vár frættu vit, at landsstýrismaðurin hevði fundir um Sernámsdepilin, men hann tosaði ikki við okkum. Vit frættu eisini, at hann ætlaði ikki at seta kunngerðina í gildi, men í staðin skuldi setast ein nevnd at endurskoða tað sernámsfrøðiliga økið.

Tá eg frætti hetta og skilti, at heldur ikki hesin maðurin ætlaði at fáa ógreiðu viðurskiftini í Sernámsdeplinum og setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum í rættlag í bræði, fór eg av álvara at hugsa um at fara frá sum skúlaleiðari.

Høgni Hoydal fór frá og Torbjørn Jacobsen kom til. Stjórin fyri Sernámsdepilin og undirritaða bóðu seinast í august mánaði um fund við nýggja landsstýrismannin, har vit greiddu honum frá sernámsfrøðiliga økinum og tørvinum á reglum, tað verið seg lóg ella kunngerð ? onkrum, sum kundi geva arbeiðsfrið í Sernámsdeplinum. Hann lurtaði og lovaði, at vit skuldu frætta frá honum heilt skjótt.

Vit hava ikki frætt frá honum enn!

Men í Sosialinum 31. oktober sigur hann, at nú skal alt endavendast, alt skal fyri ein dag. Ein serkøn nevnd skal kanna, hvat játtanin verður brúkt til, og hvat er farið fram, síðani Sernámsdepilin varð settur á stovn 1. januar 1998.

Fólk eru skelkað venda sær til okkara og spyrja, hvat tað er, sum fer fram í Sernámsdeplinum, sum ikki tolir dagsins ljós.

Viðtalan í Sosialinum fekk meg ikki at siga upp, tí ta avgerðina hevði eg longu tikið. Hon fekk meg bert at senda uppsagnarbrævið 2. í staðin fyri 30. november.

At enda kann eg siga, at vit, sum arbeiða við børnum við serligum tørvi, halda okkum gera eitt gott arbeiði eftir teimum umstøðum, vit arbeiða undir og í mun til ta avmarkaðu játtan, vit fáa. Starvsfólkið, børnini og foreldur teirra hava ikki uppiborið, at skiftandi landsstýrismenn gerast so ræddir av politiskum trummusláarum sum Rúnu Sivertsen og Finni Helmsdal, at teir loypa á leistum og skapa enn meira øsing í staðin fyri at tosa við tey, sum kenna óskipaðu skipanina, og heldur royna at skapa trygd, trivn-að og arbeiðsfrið á tí kensluliga viðkvæma sernámsfrøðiliga økinum.


Ráð til myndugleikarnar:

1. Setið kunngerðina, sum er gjørd og hevur verið til hoyringar, í gildi og fáið setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum í Sernámsdeplinum í rættlag (sum eitt dømi um, hvussu neyðugt hetta seinna er, kann eg nevna, at í Smábarnadeildini arbeiða fólk við somu útbúgving og tey gera sama arbeiði, men lønarmunurin teirra millum er umleið 4000 kr. um mánaðin).


2. Setið síðani saman við almanna- og heilsuverkinum eina nevnd at finna fram til, hvussu tað verður gjørligt at finna heildarloysn fyri hvørt einstakt barn við serligum tørvi, uttan at foreldrini verða noydd at renna ímillum verkini fyri at fáa kanning, ráðgeving, undirvísing, viðgerð og frítíð at hanga saman.


Í stuttum: Skundið tykkum at gera eina framtíðarætlan fyri sernámsfrøðilia økið, men tað er av størsta týdningi, at hon verður gjørd í samstarvi við Almanna- og Heilsumálastýrið.

Góðan arbeiðshug!