- Ein fullkomin niðursmelting

Lance Armstrong greiðir nú frá hvussu tíðin hevur verið eftir at hann varð dømdur fyri doping.

Tað eru skjótt fýra ár síðani Lance Armstrong varð dømdur fyri doping, har hann fekk frátikið allar sínar sjey Tour de France-sigrar og varð útihýstur frá súkkling restina av lívinum.


Í kjalarvørrinum á dóminum hevur verið nógv rok um tann nú 44 ára gamla Lance Armstrong, og tað hevur sett síni spor, váttaði hann á einum fyrilestri á lærda háskúlanum í Colorado týsdagin.


- Tað hava verið nøkur hørð ár av fleiri orsøkum. Sæð úr sjónarhornunum hjá familjuni, hjá mær persónliga og tí fíggjarliga, so hevur tað verið ein fullkomin niðursmelting, segði Lance Armstrong.


Amerikanski súkklarin viðgekk, at hann ikki hevði vunnið Tour de France, um hann ikki nýtti doping, men hann vísti hinvegin eisini á, at tað – hóast dopingina – kravdi nógva venjing.


- Tú hevur allar hesar múrsteinarnar, sum tú byggir hús títt við, men tíverri, so vart tú noyddur at útvega tann seinasta, ólógliga steinin fyri at byggja húsið liðugt. Tað merkir tó ikki, at vit súkklaðu oman á strondina at drekka Rosé-vín áðrenn Tour de France, segði Lance Armstrong.