? Ein fundur loysir ikki allar trupulleikar

? Tað er greitt, at hetta krevur ein innsats frá báðum pørtum, men vit hava sett hol á trupla samstarvið millum danska og føroyska Javnaðarflokkin, segði Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins eftir fundin, flokkurin hevði við forsætisráðharran í gjár

? Vit fingu greitt forsætisráðharranum frá okkara ónøgd viðvíkjandi bankamálinum, og har fóru vit eisini inn á rættuliga nógvar smálutir í málinum. Vit vistu kortini framman undan, at Poul Nyrup Rasmussen ikki kundi koma við nøkrum serligum aftursvari, tí sum hann og øll hini siga, at vit mugu bíða til úrslitið av bankakanningini er greitt.

Hetta segði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksin eftir fundin millum danska og føroyska Javnaðarflokkin á Hotel Hafnia í gjár.

Jóannes Eidesgaard sigur, at trygdin fyri at ríkisfelagsskapinum skal verða lív laga, er at partarnir viðra hvønn annan.

? Tað er komin bruni í ríkisfelagsskapin, og skal hesin bruni ikki vaksa til ein svull, so krevur tað ein innsats frá báðum pørtum, sum byggir á respekt hvør móti øðrum.

Hetta er fyrstu ferð, at Javnaðarflokkurin hevur havt høvi at greiða forsætisráðharranum frá uppskotinum um eina sjálvstýrislóg, sum Javnaðarflokkurin hevur tosað um seinnu árini.

? Vit góvu honum eintak av uppskotinum um setan av sjálvsstýrislóg, og greiddu honum frá, at vit í løgtinginum arbeiða við at fáa ein meiraluta við einara loysn, sum breiddin av løgtinginum kann taka undir.

? Vit greiddu honum eisini frá, at sum málið liggur í løtuni, so eru tað teir víðgongdu flokkarnir í ríkismálinum, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum liggja uttanfyri, og at vit arbeiða fyri at fáa eina breiða semju, sigur Jóannes Eidesgaard.

Á tíðindafundi á Hotel Hafnia týskvøldið segði forsætisráðharrin Sosialinum, at hann ikki fór at siga nakað um, hvørja støðu hann hevur til hesi viðurskifti, men hann helt, at hetta átti ein breiður politiskur meiriluti á tingi at taka støðu til.

? Forsætisráðharrin skilti væl okkara sjónarmið, men hann segði seg ikki kunna koma við nøkrum svari, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat:

? Hann segði seg verða tiknan av seingini í hesum máli, sum hann ikki hevði kunnað sett seg inn í áðrenn fundin.

Jóannes Eidesgaard gav eisini forsætisráðharranum eitt eintak av bókini »Fylking«, sum Jóannes Dalsgaard hevur skrivað. Hann bað forsætisráðharran blaða upp á blaðsíðu 70, har ein mynd var av Stauningi og umboði fyri fakrørsluna á Tvøroyri.

? Eg segði honum, at soleiðis átti eitt samstarv at verið millum tveir brøðraflokkar, og at soleðis virkaði tað í tríatiárunum. Tá vóru skip kallað upp eftir Stauningi og eftir Hans Nielsen, sum eisini var danskur fólkatingsmaður í tríatiárunum.

Jóannes Eidesgaard segði eisini, at forsætisráðharrin ikki var samdur við øllum, sum Javnaðarflokkurin førdi fram.

? Tað er klárt, at hann hevur sítt at verja, men á henda hátt fingu vit høvi at greiða honum frá okkara støðu, og so fær hann nakað at hugsa um.

? Eru viðurskiftini millum flokkarnar báðar so í lagi aftur nú?

? Nei, tað er ov naivt at halda, at hetta bara kann ornast við einum fundi. Tað krevur meira arbeiði enn so, og ein innsats frá báðum pørtum. Men vit hava nú fingið sett hol á, sigur Jóannes Eidesgaard.

Á fundinum formaður danska Javnaðarfloksins eisini at vita, at um føroyski Javnaðarflokkurin aftur fær eitt fólkatingsumboð, so fer tað ikki av sær sjálvum bara at detta inn í hópin hjá danska Javnaðarflokkinum.

? Vit vilja tá tryggja okkum, at vit tá fáa ein týðandi leiklut í øllum málum, sum hava við føroysk viðurskifti at gera, segð formaðurin í føroyska Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard.

? Eg eri fegin um fundin. Vit høvdu fyrireikað okkum væl - og eg haldi, at vit hava fingið væl burtur úr. Vit hava nú avtalað tættari samstarv í framtíðini, og at verða skjótari at tosa saman, tá trupulleikar stinga seg upp, heldur enn at tosa gjøgnum fjølmiðlarnar, segði Jóannes Eidesgaard at enda aftan á fundin, sum tingmanning og starvsstjórn Javnaðarfloksins og umboð fyri Sosialistiskt Ungmannafelag høvdu við Poul Nyrup Rasmussen.