Ein fyrimunur at hava bæði størvini

Ein føroyskur fólkatingslimur, eigur eisini at vera løgtingsmaður

- Tað er ein stórur fyrimunur, at ein føroyskur fólkatingsmaður, eisini er løgtingsmaður.

 

Tað staðfestur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, nú Fólkaflokkurin hevur lagt valskránna til fólkatingsvalið alment fram.

 

Ímeðan aðrir stórir flokkar, sum hava møguleika at fáa sæti á Fólkatingi, kappast um at boðað frá, at tey ætla at røkja starvið sum fólkatingslimur burturav, og at ein fólkatingsmaður skal ikki eisini vera løgtingsmaður, gongur Jørgen Niclasen beint øvugtan veg.

 

- Eg eri púra ósamdur í, at ein fólkatingmaður skal ikki eisini vera løgtingsmaður, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann heldur tvørturímóti, at tað er ein stórur fyrimunur, at fólkatingslimurin eisini er løgtingslimur.

 

Jørgen Niclasen sigur, at hesi seinastu árini, hava føroyingar verið í teirri støðu, at vit hava ein Javnaðarflokk á Løgtingi, og ein Javnaðarflokk á Fólkatingi, sum ikki draga somu línu, eitt nú í spurninginum um ES. Og tað sama ger seg galdandi við Sambandsflokkinum.

 

- Eg haldi, at tað er skaðiligt, at fólkatingsmenninir ikki draga somu línu sum teirra egnu løgtings- og landsstýrislimir í Føroyum.

 

- Tað er ein álvarsligur veikleiki at ein fólkatingslimur ikki eisini er í løgtingslimur. Ein fólkatingslimur má vita, hvat rørist í føroyskum politikki og hann má er væl kjølfestur í tí, Løgtingið fæst við, sigur hann.

 

- Skalt tú arbeiða fyri føroyskum áhugamálum, hevur tað týdning, at tú eisini hevur føling við tí, sum rørist á løgtingi, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.

 

Tí ger hann púra greitt, at stendur tað til hann, og verður ein løgtingslimur hjá Fólkaflokkinum, valdur á Fólkating, fær hann at røkja bæði størvini.

 

Annars hevur Fólkaflokkurin gjørt av, at fáa tey fólkatingslim, sum eisini er løgtingslimur, sleppur hann sjálvur at gera av, hvussu hann skipar seg.