Ein góð føroysk loysn


Skipafelagið Føroyar er nú av álvara við í oljuvinnuni. Árni Joensen, stjóri metir ikki, at tað verður neyðugt við at gera serligar íløgur, tí teir hava longu alt ?apparatið?, sum skal til. Hann er sera fegin um, at oljufeløgini hava valt eina føroyska loysn og sum eru kappingarfør

 

Útgerðarhavn


-Tað er altíð stuttligt at vinna eina kapping, og vit eru sera spentir at fara í gongd við hesa uppgávuna sigur Árni Joensen, stjóri í Skipafelagnum Føroyar, sum saman við stjóranum í Atlantic Supply Base nú kann frøðast yvir, at felags insatsur teirra hevur borið ávøkstur. Talan er um eina bæði stóra og áhugaverda avbjóðing, sum setir veldug krøv til nýggjar mannagongdir ol. ?Hetta gevur okkum ein møguleika at útvikla okkara kompetansu sigur skipafelagsstjórin. Hvat viðvíkur plássinum, so kunnu teir arbeiða út frá fleiri plássum, men tað er er uppá nógvar mátar meira praktiskt, at útgerðarstøðin liggur í Runavík. Árni Joensen heldur, at teir hava givið eitt realistiskt tilboð, har tað hvørki er smurt ov nógv uppá ella har man ikki tjenar pengar upp á tað.


Árni Joensen metir annars avgerðina hjá oljufeløgunum byggja á ta sannføring og sannroynd, at teir eru kappingarførir. ?Tað er eingin, sum hevur sama møguleika sum vit at brúka verandi ressursir. Vit hava apparatið sum er og skulu tí ikki til at gera nakrar stórar íløgur. Hetta átti at givið nakrar fyrimunir heldur hann.


Árni Joensen dylur ikki fyri, at hann er sera fegin um, at man her hevur valt eina reint føroyska loysn. ?Tað er tað einasta rætta, um hon er kappingarfør, og má hetta eisini sigast at liva upp til andan í oljulóggávuni. Hann heldur tað eisini vera sera skilagott og eitt rætt signal at senda út, um vit sum føroyingar ætla okkum út í oljuvinnuna, at fleiri føroyskar fyritøkur her hava tikið seg saman. ?Men vit vilja heldur enn gjarna kunna víðka hetta samstarvið. Talan er um nøkur virki, sum eru farin saman og senda eitt felags signal út. Tað merkir ikki, at tey virkini, sum eru við í samtakinum, hava nakrar serligar fyrimunir. Kortini haldi eg tað er rætt av øðrum virkjum eisini at koma við í hetta samstarvið.


Tað ber ikki til at siga, at Skipafelagið Føroyar er komið lætt til hesa uppgávuna. Eitt stórt arbeiði liggur aftanfyri, og hava fólk frá felagnum verið við á øllum oljuráðstevnum og tiltøkum annars, sum hava kunnað givið vitan og kontaktir.