Ein góð hjálp hjá nýggjum lærarum

Akkerskipanin skal hjálpa nýggjum lærarum at fáa eina betri byrjan upp á starvstíðina

- Mín uppliving er, at nýggir lærarar hava eitt sindur trupult við at blíva við at venda sær til tann sama læraran við fyrispurningum, hóast hetta er lærarin, tey kenna seg tryggast við. Nú behøvast teir ikki at bekymra seg um, hvar spurningarnir fara, tí teir hava ein lærara, sum fær tímar fyri at hjálpa sær, sigur Jona Højsted, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

 

Komandi skúlaár fáa nýggju lærararnir í fólkaskúlanum ein starvsfelaga, teir kunnu venda sær til við teimum fyrispurningum, ið kunnu vera viðkomandi hjá einum nýggjum og kanska óroyndum lærara.

 

Mannagondin hevur annars verið tann, at nýggju og ungu lærararnir síðstu árini hava fingið 40 tímar árliga til at seta seg inn í arbeiðsviðurskifti og annað á skúlanum.

 

Les eisini Nú verður akkerskipanin sett í verk

 

Men nú verða umstøðurnar hjá hesum lærarum betraðar, tí frá komandi skúlaári koma teir at hava akkerslærara ella mentor knýttan at sær hesar 40 tímarnar.

 

- Tú hevur nógvar spurningar, tá tú byrjar sum nýggjur lærari og arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Tí hevur tú nógvar spurningar fyrstu tíðina, sigur Jona Højsted.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jonu Højsted á FM 1 í gjár.