Havn: Hygg, eg kundi hugsað mær at ljósið kom eitt sindur meiri inn frá høgru síðu. Soleiðis .... fínt!
Tina Johannesen er mitt í eldinum, nú hon stendur umgird av sterkum ljósum, upptøkutóli, mikrofon og fólki, sum bara ynskja at gera tað, hon biður um.
Hon er ein av luttakarunum á einum skeiði sum tey aftanfyri Klippfisk standa fyri. Ætlanin er at vísa hesum fólkunum á, hvussu ein leikstjóri og eitt filmslið arbeiða.
Og tað er júst eitt av tí, sum Tina sjálv er sera áhugað í.
Eg havi sæð nógvar filmar, og havi ofta gjørt mær mínar egnu viðmerkingar til, hvussu filmurin er, bæði tá talan er um søgu og estetikk, og ikki minst, hvussu tann kreativi parturin verður stýrdur.
Søgan í filminum kann vera góð, men tað er altíð ein spurningur um, hvussu leikstjórin fær sjálva søguna og estetikkin at hanga saman. Tað kundi eg hugsað mær at vita nógv meiri um, sigur Tina.
Skeiðið um vikuskiftið skal gera luttakararnar førar fyri at standa fyri framleiðsluni av einum stuttfilmi. Og seinni í vár er ætlanin at almenningurin skal fáa høvið at síggja hesar filmarnar, sum verða millum 5 og 8 minuttir til longdar.
Góð hugskot
Skeiðið hjá Klippfiski byrjaði fríggjakvøldið, og longu leygardagin høvdu tey fingið nógv burturúr.
Tina fegnaðist um teir góðu undirvísararnar, sum hon metti vera sera dugnaligar og inspirerandi.
Teir geva okkum allatíðina góð hugskot, og vit fingu tí eisini beinanvegin eina fatan av, at teir hava eitt mál við hesum skeiðnum, sigur hon.
Seinnapartin leygardagin sat Tina og skrivaði handritið til eina søgu sum síðani skal filmatiserast. Í roynd og veru hevði hon fimm ymisk hugskot at skriva eina søgu út frá.
Men eg má so velja eitt teirra. Og verður tað til hesa søguna sum eg skrivi beint nú, so er tað um eitt sera viðkomandi evni í løtuni, sigur Tina, uttan at koma nærri inn á, hvat tað er.
Filmar til undirvísing
Eingin ivi tykist tó vera um, at hetta skeiðið er væl fyrireikað. Luttakararnir hava fingið nógv burturúr, og nógv sum tey eisini kunnu gera brúk av í framtíðini.
Sjálv hevur Tina fleiri hugskot um, hvat hon kann brúka henda nýggja lærdómin til. Hon undirvísir dagliga á Sjúkrasystraskúlanum í Havn og her eru fleiri øki, har filmsmiðilin kann gera stóra nyttu.
Hon kundi m.a. hugsað sær at gjørt onkrar styttri undirvísingarfilmar til skúlan, t.d. um samskifti og prosedurur. Á henda hátt kundi hon nýtt smærri filmsbitar sum innlæring, tá ávís evni verða umrødd millum tey lesandi.
So her eru nógvir møguleikar. Og tí eri eg sera fegin um hetta skeiðið, sigur Tina.
Kreativt umhvørvi
Tina Johannesen flutti í fjør aftur til Føroyar, eftir at hava búð 20 ár í Danmark og 10 ár í Lofoten í Norðurnoregi.
Hon hevur m.a. dansað professionelt í Danmark og hevur eisini havt framførslur her á landi. Júst hetta við tí kreativa í dansinum, vónar hon at kunna yvirføra til filmsløriftið.
Hóast tað er áhugavert við dansi, so er filmsmiðilin kortini bæði spennandi og øðrvísi. Her fært ein gjørt so nógv ting, sum ein annars ikki fær gjørt aðrastaðni.
Tú kanst m.a. spæla tær við úttrykkum og kenslum, soleiðis at áskoðarin veruliga merkir at hann fær eina uppliving úr einum filmi.
Tað er tí í mangar mátar leikstjórin sum avgerð, hvørja kenslu ið áskoðarin skal sita eftir við, tá filmurin er liðugur. Tí er hetta so spennandi, greiðir Tina íðin frá.