Ein góður dagur í avtoftaðari bygd

Einaferð var nógv lív í Múla, men soleiðis er ikki longur. Tey vitjandi kunnu vera heppin at hitta kríatúr og fenað.

- Nei, her er lítið lív í longur, sigur múlamaðurin, Eilef Frederiksen, sum nú er búsitandi í Norðdepli.

Múli: Tað er ikki ein sál at síggja í bygdini henda vakra mikudagin í farna mánaði.

Mánaðurin er 20 dagar gamal og bert ein dagur vantar í longsta dag. Tað er hásummar, men kortini heldur grátt á himli. Men einki bendir á at nakrir dropar skulu koma hesa løtuna.

Klokkan er farin at nærkast tvey og einastu tekin um at nakað livandi er í bygdini beint nú, er ein persónbilur. Hesin bilurin stendur í roynd og veru á einum rættiligum parkeringsplássi á Múlavegi í hesi lítlu og fjarskotnu bygdini.

Einki bendir á nakað livandi. Tað einasta livandi í so máta er tutlið úr hugnaligu ánni, sum rennur gjøgnum hesa eftir øllum at døma manntómu bygdina.

Brádliga verður friðurin avbrotin av hamarsløgum. Man onkur vera farin at byggja sær nýggj hús her?

Nei, so er ikki. Her eru menn farnir undir at umvæla og klæða eini av teimum norðaru sethúsunum.

- Nei, vit bara arbeiða her. Far tær longur norður í bygdina – rættiliga langt norður, har er fólk at síggja, sigur ein teirra.


Rabarburnar

Hetta er tíðin, tá fólk er í ferð við uttandura virksemi. Hjá teimum sum dáma tað er helst líkamikið um, hvar tað er.

Henda mikudagin var 73 ára gamli Eilef Frederiksen farin norður í føðibygd sína at taka rabarbur upp, saman við øðrum.

Rabarbugarður hansara liggur nakað norðanfyri bygdina: Ein høgur grótgarður forðar vindinum í at gera skaða á rabarbur og røturnar, sum standa tætt saman.

Eilef er føddur og uppvaksin í hesi norðastu bygdini á Borðoynni, men býr í dag í grannabygdini fyri sunnan, Norðdepli.

- Rabarburnar hjá okkum plaga at vera góðar, slær hann fast.


Seinasti streymurin

Í dag er Múli at kalla avtoftað, men sambært Hagstovuni eru kortini trý fólk skrásett sum heimahoyrandi her.

Sum skilst var Múli eisini seinasta bygdin í Føroyum sum varð knýtt upp í elkervið hjá SEV. Hetta hendi 19. september í 1970.

Bygdin telist millum tær elstu í Føroyum, og er í roynd og veru meiri enn 700 ára gomul. Hon er nevniliga nevnd í tí sonevnda Hundabrævinum frá 1300-talinum.

Undir ymsum líkindum og umstøðum búleikaðust fólk í bygdini, og fyri 270 árum síðani varð skúli settur á stovn í økinum, tey í dag nevna eystan Múla. Hetta árið – í 1835 – fór ein viðingur, sum var giftur á Norðtoftum at lesa við børnunum í Norðtoftum, Depli og í Múla.

Um tað mundið tá Eilef eftir røttum skuldi fara í skúla, var kortini ein broyting komin í: Tað tóktist vera ógjørligt at fáa lærara til vega.


Eingin lærari tøkur

Tað átti annars at verið so einfalt hjá Eilefi at fari í skúla, tí hesin varð millum annað hildin í barnaheimi hansara.

Hansara skúlavegur hevði tí ikki verið langur, men umstøðurnar lagaðu seg so óhepnar, at lærari fekst ikki til Múla hetta árið – og heldur ikki tað næsta!

Hetta ávirkaði sum vera man skúlagongdina hjá Eilefi so mikið, at hann ikki fór í skúla fyrrenn hann var um níggju ára gamal.

- Hetta var í 1942, so eg var rættiliga gamal at fara í skúla á fyrsta sinni, sigur Eilef hugsunarsamur.

Skipanin við lærarakreftunum um hetta mundið var hon, at lærarin skifti at undirvísa børnunum á Norðtoftum – ella í Toftum sum tey gomlu siga – og í Múla.

- Hann plagdi at vera hjá okkum í tvær vikur og fór síðani til Norðtoftir í tvær vikur, sigur Eilef.


Á fjall við hornum

Hóast ein skuldi trúð at smádreingirnir í eini so fjarskotnari bygd mundu keða seg í frítíðini, mundi tað ikki vera so nógv øðrvísi enn aðrastaðni.

Hóast sambandið við umheimin var lítið, fyri ikki at siga avmarkað, treyt teimum hvørki leikur ella vinarlag.

- Vit plagdu at spæla nógv við horn, minnist Eilef aftur á barnadagar sínar.

Hetta var ein leikur, sum kortini hevði við gerandisdagin hjá teimum vaksnu at gera:

Hornini vórðu rikin í rætt eins og eitt seyðafylgi, tá tann tíðin var. Til aðrar tíðir fóru smádreingirnir í tað »lokala« feitilendi við teimum.

- Og tá menninir fóru á fjall, vóru vit dreingirnir sjálvandi við, greiðir Eilef frá.

Teir fylgdu eisini við, tá menn fóru til útróðrar.


Avtofting

Í sínum langa lívi hevur Eilef sæð gongdina í menningini – og seinni avtoftingini av føðibygd síni.

Hagtølini vísa, at fyri 22 árum síðani búðu einans átta sálir í bygdini, men so byrjaði av álvara at ganga afturá hond.

Sjey ár seinni var fólkatalið komið niður á trý og er tað enn, hóast talið eitt skiftið vaks eitt sindur. Alt hetta hendir, hóast bygdin eisini fekk vegasamband við umheimin í hesum tíðarbili.

Júst hetta við vegasambandinum hevur eisini undrað Eilef eitt sindur. Ein skuldi trúð at góð viðurskifti við samferðsluni vóru ein trygd fyri menning í einum øki.

Soleiðis er kortini ikki allastaðni. Tað er Múla eitt sera gott dømi um.

- Í dag hava øll bil. Og tí kundu fólk saktans búð her norðuri í Múla og arbeitt aðrastaðni.

- Men vit kunnu bara staðfesta, at soleiðis er støðan altso ikki, sigur Eilef.