Ein góður og gagnligur túrur

Hóast talan var um ein góðan túr, so vóru ongar bindandi avtalur gjørdur. Norsk feløg vilja heldur ikki eftir slíka vitjan fáa fyrimunir framum onnur útlendsk feløg, men við hesi vitjan eru lunnar lagdir undir eina samvinnu heldur løgmaður

-Hetta var ein sera góður og gagnligur túrur fyri meg sjálvan og vónandi eisini fyri landið sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður eftir heldur drúgvu og umfatandi Noregsvitjanina í farnu viku.

Løgmaður ivast ikki í, at tað nógva hann hevur sæð og upplivað á túrinum í Noregi, fer at hava ávirkan á tær avgerðir, sum í framtíðini verða tiknar landanna millum. Hann ætlar sær í hvussu er at gera sítt til, at gongd kemur á eina samvinnun landanna millum, sum sjálvandi kann gagna báðum pørtum.


Óbindandi

Uppá fyrispurning um hann hevði við sær ynski og uppskot frá føroyskum vinnulívi um samstarv við norskar fyritøkur sigur Anfinn Kallsberg, at tað hevði hann ikki. Talan var um ein heilt óbindandi túr fyri báðar partar.

-Tað er heldur ikki rætt at siga, at norsk oljufeløg eftir slíkan túr standa fremri enn onnur útlendsk oljufeløg, sum vilja vera við í leitingini við Føroyar sigur løgmaður og leggur dent á, at eingi lyfti eru givin frá nøkrum av pørtunum um leiklutin í eini komandi oljuvinnu.


Víða um

Løgmaður kom víða um á ferð síni í Noregi. Eftir at hava vitjað í Oslo og tosað um felags áhugamál á eitt nú fiskivinnuøkinum og í sambandi við ES, snúði restin av túrinum seg mest um oljumál. Løgmaður vitjaði á oljupallinum Snorre, sum Saga Petroleum rekur. Hann vitjaði eisini á oljuráðstevnuni í Stavanger, har høvi varð at vitja fleiri av básunum, eitt nú Kværner, ABB, Statoil, Norsk Hydro og Saga. Eisini legði hann leiðina inn á tann føroyska básin.

Vitjað varð eisini á Oljudirektoratinum, har Gunnar Berger, stjóri og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri var vertur. Har varð greitt frá, hvussu norska oljuvinnan er bygd upp umsitingarliga og hvussu teir ymsu tættirnir í hesi vinnu virka hvør á sínum øki. Á ferðini var eisini høvi hjá løgmanni at fáa rættiliga neyvt innlit í tilbúgvingarskipaninar hjá SAGA.


Hitti ?Barbaru?

Hóast ferðin mest snúði seg um olju, fisk og ES, so vóru eisini stundir til at tosa um list og mentan, eitt nú í sambandi við døgurða, har norski kommunu- og samstarvsráðharrin, Ragnhild Haarstad varð vertur. Tá vóru kend norsk listafólk millum innbodnu gestirnar, eitt nú Annika von der Lippe, sum vit kenna frá filminum um Barabaru og síðani eisini norski vísusagnarin Lars Klevstrand, sum er limur í stýrinum fyri Norðurlandahúsið.