Vinnari
Hann var aftur hesa ferð í fokus. Marian Cirloganescu var enn eina ferð ein av týdningarmestu spælarunum í eini steypafinalu. Fleiri ferðir vóru tað bjargingar frá honum, sum hildu fjarstøðuna til VÍF í lagi, og hann var eisini skjótur at staðfesta, at honum dámdi væl at spæla móti VÍF.
- Eg royni sjálvandi altíð at gera mítt besta, men tað nú ikki hvørja ferð, at tað riggar. Men tað er sjálvandi stuttligt at spæla ein góðan dyst móti VÍF. Ikki minst, tá talan er um eina finalu.
Men hvussu ber tað til, at tað nærum altíð riggar hjá tær móti VÍF. Eru teir kanska við at verða bangnir fyri tær?
- Eg rokni ikki við, at teir eru bangnir fyri mær. Teir hava væl virðing fyri mær, eins og eg havi virðing fyri teimum. Men kanska dámar mær stílin hjá teimum. Eg plagi at hava gott tak á, um tú sært burtur frá Harald, sum altíð skorar nógv mál móti mær.
- Men tað stutta av tí langa er, at tú altíð skalt fyrireika teg væl. Tað gjørdu vit allir hesaferð, og tað gav eisini úrslit. Vit arbeiddu allir sera væl sum ein eind, og tað haldi eg var avgerandi, staðfesti Marian at enda.