Ein gáta at landið aldrin hevur heiðrað hann

Zacharias Hammer eigur at fáa virðisløn frá landinum, heldur politikari

 

- Tað er mær ein gáta, at hann ongantíð hevur fingið nakra mentanarvirðisløn frá tí almenn

Tað heldur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum. 

Hann heldur, at er tað nakar, ið hevur uppiborið at fáa eina mentanarvirðisløn frá landinum, er tað Zacharias Hammer.

Og tað sigur hann nú, beint eftir at landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur verið í Skálavík, har hann handaði lista- og mentafólki, sum hava skarað framúr virðislønir og heiðurslønir.

 

- Uttan at taka nakað frá nøkrum, haldi eg, at er tað nakar, sum hevur uppiborið at verða heiðraður fyri at varðveita okkara søgu og mentan í orðum og myndum, hesi seinastu tríati árini, er tað Zacharias Hammer, sigur Kári P. Højgaard.

 

Hann sigur, at fáir føroyingar nú á døgum hava lagt so nógv úr hondum av søguligum tilfari í orðum og myndum, sum Zacharias Hammer.

- Í 1998 hevði eg møguleikan, saman við sjey øðrum monnum, at sigla tríggjar nýbygdar AWI bátar úr Runavík til Grønlands.

- Ein av manninngini var hin vælkendi sjónvarpsmaðurin, Zacharias Hammer, sum umframt at framleiða tær tríggjar sendingarnar, Vestur um hav, eisini royndist sum ein góður kokkur hjá teimum trimum bátsmanningunum.

 

Men hann hevur eisini hjørt aðrar sendingar, eitt nú Reyðagulli og  Seinastu fólkini í Múla, Hann hevur tikið upp umborð á Westward Ho og av fjallgonga og um, hvussu vit røkja bjørgini.

 

- Her er nógv og virðismikið tilfar, sum er vorðið fólkaogn og sum eru ein sera dýrur mentanargripur, sum tað almenna átti at tikið til sín og givið viðurkenning, heldur Kári P. Højgaard.