Leingi er tað, ið væl skal vera. Hetta gamla orðatakið kundi fyri tað verið skrivað um ætlanina hjá Tórshavnar Býráð at fáa skil á ferðsluni á vegkrossinum, har Hvítanesvegurin fær fast í Eystara Ringeveg.
Í eini 20 ár hevur Tórshavnar býráð tosað um at fáa eina skipan at fáa ferðsluna at ganga betri, tí har er javnan ferðsluproppur, og um morgunin og seinnapartin, eru bíðirøðirnar av bilum kilometrar langar har um vegir.
Eitt, sum tað tók fleiri ár at fáa greiði á, var, um talan skuldi vera um eina rundkoyring, ella um tað skuldi vera ferðsluljós.
Men tá ið hetta býráðið tók við, hildu tey, at nú mátti ein avgerð takast, og Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd hjá býráðnum, sigur, at tískil samtykti býráðið at seta eina ljósregulering upp.
Men tað tað tekur rættiliga langa tíð at útvega slíka útgerð, men nú er hon komin til landið, og arbeiðið at gera ljósreguleringina er byrjað, sigur hann. Hann sigur, at gongst sum ætlað, fer ljósreguleringin at virka fyrst í mai.
Jákup Dam sigur, at talan er um eina sjálvvirkandi ljósregulering. Er lítil og eingin ferðsla, lýsir hon altíð grønt, so ferðslan ikki verður tarnað, men eru nógvir bilar, dugir hon sjálv at meta um ferðsluna, og stýrir henni so har eftir.
Tey vænta, at tá ið ljósreguleringin er sett upp, fer tað at bøta munandi um ferðsluviðurskiftini har um vegir.