Ein glaður havnarmaður í Klaksvík

Og eg var so langt ífrá tann einasti. Millum hálvt-fjórða túsund aðrar festivalgestir, hevði eg ein fantastiskan leygardag, sum næstan - men bara næstan - fekk allar tankar um nakra ólavsøku langt burtur úr huganum

Festivalreyp

Klaksvík, 14. august 2004:
Ein praktfullur dagur. Sonurin spælir í grøna bønum saman við børnunum hjá vinfólkunum. Sum so er einki at óttast, tí hóast mannamúgvan veksur alsamt, so er avbyrgt fyri vanligari ferðslu, og bara eyguni fylgja so nøkun lunda við børnunum, so koma tey ikki heilt galið avstað.
Vit vaksnu sita bara og slappa av við eini kaldari í part, og njóta góða tónleikin, sum streymar av uppsetta pallinum. Enn er rúgvan av fólki ikki vaksin til tær ovurstóru nøgdirnar, so væl ber til at fylgja við øllum sitandi, og hóast rættur konsert-stemningur enn ikki er komin í fólkini, so eru vit kortini fleiri, sum murra og syngja við á ymsu løgunum.
Í so máta var talan um heilt annað huglag seinni á kvøldi, tá talan var um eitt ordans festival-brak. Útikonsert av tí góða slagnum við túsundtals áhoyrarum, soleiðis sum tú annars best kennir frá Fælledparken í danska høvuðsstaðnum, ella frá beach-festival í onkrum summarbýi, tó at sandurin restaði.
Og jú. Tit lósu rætt. Soleiðis var støðan í KLAKSVÍK her heima í Føroyum. Talan var ikki um nakað turist-tiltak í einum donskum baðibýi, men um eina óreingjandi føroyska tónleikauppliving, sum at endað varð kryddað við altjóða ísletti.

Ikki bara reyp
Dagurin var annars byrjaður við einum góðum morgunmati hjá lokala peningastovninum, sum veruliga var í føðingardagshýri. Wienarbreyðslongdirnar og bakkarnir við rundstykkjum, sum vórðu borin út, vóru mest sum óteljandi, eins og te- og kaffikopparnir saman við sunkistunum vóru tað.
Tað var tó fyrst og fremst festivalurin, sum stóð á skránni fyri okkara viðkomandi, og her verður alt húskið roknað við, tá sagt verður okkara. Børnini fingu jú eisini sítt, tá Trøllaomman og -Pætur komu sveimandu úr skýggjunum, og sjálvt um trøllatónarnir ikki altíð vóru so reinir, sum tónleikaoyruni vildu hava teir, so mundi hetta ikki bila tað allarminsta hjá yngsta ættarliðnum.
Skíggini høvdu annars allan fyrrapartin hótt við at taka lívið av lokala veðurreypinum. Veit ikki um trøllini høvdu rópt hesi burtur á vegnum, men í Vágsbøi var veðrið í øllum førum akkurát so gott, sum reypað hevði verið um alla vikuna. Og tað sigur ikki so lítið. Úr Klaksvík vóru boðini nevnliga, at sólbrillur, shorts og toppar skuldu vera partar av viðførinum.

Livandi kvæðadýrgripar
Sjálvandi var tónleikurin berandi elementið í festivalinum, og hann bar eisini allan vegin. Eftir at fyrst trøllini, og síðani lokali gospel-bólkurin, Credo, høvdu lagt fyri, mundu Týr koppað øllum Vágsbøi á høvdið við síni framførslu. Føroysku kvæðini vórðu tikin í besta heavy-stíli, og sjálvt ikki Lars Ulrich og hansara Metallica megna at gera eina ráari ella betri útseting av Dubliners lagnum, Whiskey in the Jar.
Eisini stuttligt at síggja, at headbanger mentanin hjá summum enn livir í besta velgåene. Her í Havnini mundi hon hjá teimum flestu verða tikin av skránni, tá main-streamurin flutti áhugan frá AC/DC til Roxette, og sjálvur rockurin mundi eisini kólna nakað nógv, so hvørt sum Bryan Adams, Aerosmith og Bon Jovi hildu, at tað var skilabetri at spæla friðarligar balladur.
Dugdi líka sum at ímynda mær, hvussu hesir unglingarnir heima í garasjuni á Tvøroyri framvegis hava headbanga til AC/DC, Alice Cooper og Twisted Sisters, meðan teir hava roynt at vant fingrarnar til at spæla akkordirnar av sær sjálvum, samstundis sum hárið ongan tíð skuldi vera í frið.
At teir so samstundis hava megnað at flætta føroysku kvæðamentanina inn í sínar framførslur, er einki minni enn gull vert fyri hendan so týðandi part av okkara samleika. So kunnu lærdu menninir tosa um, at teir av og á fara úr takt í sínum útsetingunum, og at tað ikki skal vera »dansur í hølli« men »høll«. Talið av ungfólkum, sum hava fingið kunnleika til - og kanska eisini sjálv útbygt henda - føroyska kvæðadýrgripin, er í øllum førum nakað nógv størri eftir, enn tað var fyri Týr. Skal eg viðmæla nakra broyting til fyrireikararnar hesum viðvíkjandi til komandi ár, so skal tað verða, at Týr skal seinni á pallin.

Góður veðrabásur
Og so var bara ein vegur. Við fullari ferð fram ígjøgnum ein sprell-livandi tónleikaheim, har toppurin av føroyskum tónleiki sýndi, hvør dugur er í teimum. Uppsetingin var soleiðis, at skift varð ímillum tveir pallar, og hóast popp-stjørnuskotini, Guðrun Sólja, Petsi og Gunnar ljóðaðu væl, so hildu vit í øllum førum, at tað í hesum løtum var meira hugnaligt at sita í friði eina løtu afturat við stóra pallin. Kanska hevði avsetningurin av mínum vargum og tarvum verið óvæntað góður millum klaksvíkingarnar, men hetta gjørdi ikki tað minsta, tá rúsdrekkalógin varð brotin somikið effektivt, at sjálvt løgreglufólkini - tey mugu vera bæði blind og deyv - smílandi gingu framvið veðrabásinum, sum var uppsettur mitt í meldrinum. Eingin av festivalluttakarunum tóktist so vera í minsta iva um, at rúsdrekkalógin treingir til eina ajourføring, og í verandi støðu tykist tað so ikki vera nøkur forðing, at politisk semja ikki er um eina slíka enn.
Hjarnar fingu fjøldina at eksplodera, tá teir tóku allar sínar slaggarar, og sjálvt um fleiri av áhoyrarunum neyvan vóru fødd, tá hesir gubbarnir seinast vóru samlaðir á einum palli, so dugdu flestu teirra tekstirnar. Og so kundi Karl Martin - hann er jú sannur entertainari - siga teimum frá, at um tey ikki vistu, hvat hann tosaði um, tá hann tosaði um single, so var tað nakað, sum var eitt lítið sindur størri enn ein fløga. At teir í dag starvast innan øll øki frá pedagogikki til oljuvinnu, taldi lítið á pallinum hendan dagin. Og hóast 17 ára fráveru, so slerdi bólkurin við seytjan tumma seymi fast, at teir framvegis eru besti live-bólkurin í landinum. Eisini hóast Týr er um at geva teimum alvorliga harða kapping í hesum.
Frændum tørvaði onga presentatión, tá landaplágurnar skolaðu yvir fjøldina. Sjálvur tók eg so synd í einum vinmanni í høvuðsstaðnum hesa løtuna, at eg bara ringdi til hansara, og hevði telefonina tendraða, uttan at siga eitt orð sjálvur. Seinni segði hann mær, at hann bara trýsti á S?ið á telefonini, og sessaðist aftur.

Rockarin rulaði
Hanus hevði longu hitað upp eina løtu við Frændum, og hann megnaði so eisini at draga okkum yvir á lítla pallin, sum hesa løtuna var alt ov lítil til rúgvuna, sum vildu hoyra klaksvíkingum, sum klaksvíkingar fyrr ikki orkaðu fyri, men sum vit havnarfólk fyri langari tíð síðani hava lært at elska. Eisini hóast hann nú er hósvíkingur.
Og so var tað Hensley. Høvuðsnavnið á konsertini, sum ikki minst hevði drigið hópin av fólkum frá foreldrageneratiónini, sum nú í nógvum førum eru vorðin ommur og abbar. Fyrstu løgini vóru kanska nakað rustað, og sjálvur helt eg fyri, at hann kanska var vorðin nakað gamal til hetta.
Men eg fór skeivur í hesum! Hammond-orglið varð tendrað, Easy-livin? varð sett á skránna, og so rullaði bara við fullari ferð. Alt sum syngja kundi rungaði við, tá Free-me varð tikin í fullum útblástri, og A?ini mundu ongan enda tikið, tá hann sum seinasta lag - undan eykalagnum, sjálvandi - byrjaði fyrstu strofurnar av svørtu madammuni. Av sonnum ein livandi rock-legenda, og meira enn nakað annað er spurningurin kanska, hvussu ólukkan fyrireikararnir nú skulu liva upp til forvæntningarnar um eitt ár.

Komi norður aftur
Undirhaldarin úr Kollafirði var á lítla palli, áðrenn svakasta orkestrið í landinum - tað verða teir í øllum førum róptir - komu á stóra pallin, men skal eg siga mítt - og tað geri eg her - so var talan um eitt lítið vónbrot. Ikki tí. Tónleikaranrir í bólkinum vóru sum so fínir, og ljóðið minti nógv um tað, sum tú hoyrir á upptøkum úr 60?unum, men vónirnar vóru kanska settar nakað høgt. Hevði kanska roknað við onkrum svakari enn einum hálvgomlum manni, sum stóð skrálandi í sokkabuksum og damiundirklæðum, men tað var so tað. Tey lokalu vistu nokk undan hesum, hvat var í væntu, og tey sóu í øllum førum út til at hugna sær óført.
Tá Boney M kom á pallin, var eg sjálvur ávegis fyribils bústaðnum úti í Geil í tónleikahøvuðsstaðnum. Sum væl uppdrigin rockari helt eg tað ikki søma seg, at skula syngja til playback-útgávur av Rivers of Babylon, Daddy Cool og øðrum, men sum skilst, so var eisini tann parturin av konsertini framúr.
Sjálvur gekk eg tá heim við einum sælum brosi, og fegnaðist bara um, at vit høvdu gjørt av at fara norður. Tað hava vit eisini longu tikið avgerð um, at vit fara næstu ferð, og tá skal eg ikki eingongd lokkast við veðrinum. Sum ein av fyrrverandi venjarum mínum plagdi at taka til: Veðrið er ongantíð ringt. Men onkra tíð eru klæðini ikki tey røttu!