Ein gluggi út í heimin

Føroyar hava nú fingið sítt fyrsta portur út í heim á internetinum.

Tað er teldufyritøkan VIT sp/f sum hevur gjørt ein sonevndan portal, sum er ætlaður útlendingum, sum vilja finna upplýsingar um Føroyar á internetinum.

 

VIT hevur frammanundan føroyska portalin in.fo, og faroeweb.com byggir á somu tøkni sum in.fo.

Portalurin er lættur at brúka, bæði hjá teimum sum leita, og hjá teimum sum vilja verða funnin.

Umframt at vera yvirlit yvir føroyskar heimasíður, sum venda sær út um landoddarnar, hevur faroeweb.com eisini tíðindi úr Føroyum á enskum.

- Vit halda, at eitt slíkt føroyskt portur á netinum hevur manglað. Eitt samlað yvirlit yvir føroyskar heimasíður, sum venda sær út í heimin, lættir um hjá brúkarunum. Og at áhugi er fyri síðuni, og ensku tíðindunum úr Føroyum, bera vitjanirnar á síðuni eisini boð um, sigur Óli Olsen, stjóri í VIT í tíðindaskrivi.