Tað er Faerport-samtaki, ið hevur sniðgivið nýggju farstøðina á Vága floghavn. Tað eru Árni Winther Arkitektar, Selmar Nielsen Arkitektar, LBF og Sofus M. Jacobsen við COWI og Boeing, ið mynda Faerport.
"Tað er ein sera góð kensla at síggja farstøðina, ið vit hava teknað, tikna í nýstlu," sigur Selmar Nielsen. "Tað er eisini ómetaliga gott at síggja, at vit kláraðu at halda tíðarætlanina, at fyrsta flogfarið fór avstað til tíðina í morgun, fyrstu ferðafólkini eru komin ígjøgnum farstøðina, og alt tykist virka, sum tað skal", sigur Árni Winther.
Selmar Nielsen sigur, at í sniðgevingini hava teir lagt dent á, at tey ferðandi skulu hava kensluna av at vera á flog. "Tí hava vit lagt dent á, at tað skal vera opið og ljóst. Vit nýta stórar glasflatur, fyri at fólk skulu síggja út á vøllin, síggja flogførini og vita, at nú eru tey á ferð."
Árni Winther minnir okkum á, at tað týdningarmesta við farstøðini, er at avgreiða ferðsluna. Teir hava lagt dent á, at tað er lætt at flyta seg, eins og tað er lætt at fáa yvirlit yvir, hvar ein skal. "Tískil sær ein beinanvegin tá ein kemur inn yvir á check-in-økið, eins og ein sær inn í tollfríu søluna."
"Vit hava lagt dent á, at hetta er ein regional floghavn", sigur Selmar Nielsen. "Tað vil siga, at hetta er Vága floghavn, og tá tú kemur higar, skalt tú vita, at tú ert í Vágum", leggur Árni Winther afturat. Teir hava tí tikið íblástur úr føroysku náttúruni og úr søguni hjá Vága floghavn. "Tað eru jú bretar, ið eru upphavi til føroyska flogferðslu," sigur Árni Winther. "Uttan teir hevði eingin flogvøllur verið her vesturi. Hetta hava vit roynt at endurspegla í hesi nýggju farstøðini."
Tað mest eyðkenda við nýggju farstøðini, er takið, ið er yvir inngongini. "Vit hava hildið, at tað er spell, at føroyingar ikki gera størri nýtslu av yvirdekkaðum økjum. Vit ynskju at hava tað við her vesturi, og gleðast um, at tað eydnaðist at varðveita tað í ætlanini. Eitt tílíkt tak er lætt at spara burtur, men vit stríddust fyri at varðveita tað, og tað eydnaðist," sigur Selmar Nielsen at enda.