Ein góð millión meira í skatti

Inntøkurnar frá persónsskatti í Vágs kommunu hækkaðu við 3,5 prosentum í 2015.

Góða gongdin í føroyska samfelagnum síðsta árið sæst nú aftur í skattainntøkunum frá kommunum kring landið.


Í gjár boðaði Vestmanna kommuna frá, at tey høvdu eina góða millión meira í inntøkum í 2015 samanborið við 2014, og nú boðar Vágs kommuna frá einum nøkulunda líka stórum vøkstri.


Á síni heimasíðu upplýsir kommunan, at inntøkurnar frá persónsskatti vuksu við 3,5 prosentum í 2015 samanborið við 2014.


Í tølum fekk kommunan 38,925 milliónir í persónsskatti í 2015, ið er ein vøkstur á góðar 1,3 milliónir krónur samanborið við 2014, tá inntøkurnar frá persónsskatti vóru 37,590 milliónir krónur. Hetta hóast, at skattaprosentið lækkaði úr 23,15 prosentum í 2014 til 22,95 prosent í 2015.