Landssjúkrahúsið
Jenis av Rana, løgtingsmaður, vil nú hava greiðu á, hvat býr undir ósemjuni um umleggingarnar á føðideildini.
Á tingfundi í dag fer hann at biðja Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum, greiða frá støðuni á føðideildini.
Hann vil hava at vita, hvussu landsstýrismaðurin forklárar tær mótssigandi útsøgnirnar hesar seinastu dagarnar um viðurskiftini á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Hann sipar til útsøgnirnar hjá sjúkrarøktarfrøðingunum um, at trygdin hjá sjúkum pinkubørnum er í vanda og at tær fara at gera alt, teir kunnu fyri at verja tað sjúka pinkubarnið og ta sjúku barnakonuna.
Og at enda spyr Jenis av Rana, hvørjar kanningar Hans Pauli Strøm hevur sett í verk aftaná hesar útsagnirnar og hvat úrslitið av hesum kanningunum eru.
Jenis av Rana sigur, at tað er lítið hugaligt at hoyra slíkar útsagnir um ta sjúkrahúsdeildina, sum er portrið inn til lívið fyri flestu komandi føroyingar.
Hann sigur, at hesi farnu árini hevur føðideildin megnað at vent gongdini, so at útlitini í Føroyum fyri at yvirliva teir fyrstu dagarnar eftir barnsburðin, er fremst, samanborið við tær tjóðir, vit sammeta okkum við.
? Dugnaskapur og samstarv ímillum allar starvsfólkabólkar mann eiga stóra partin av æruni fyri hetta úrslit.
Hann heldur tí at tað er harmiligt, óskiljandi og átaluvert um fakfelags- ella aðrar ósemjur eru slopnar at yvirskugga málið.
Tað kann skjótt hótta høvuðsmálið við deildini, ið er at tæna teimum, sum trygt leggja seg og komandi ættarlið í hendurnar á starvsfólkunum áføðideildini, heldur løgtingsmaðurin.
Hann vónar tí at landsstýrismaðurin kann koma við eini frágreiðing sum tekur óttan burtur.
Og er tað neyðugt, vónar hann, at landsstýrismaðurin beinanvegin tekur neyðug stig til at endurskapa friðin og álitið á deildina.