Ein heilsan til 10-ára haldið hjá ALS

Kanning staðfestir, at við høgum arbeiðsloysisútgjaldi og eftirútbúgvingum fáa vit ein góðan og smidligan arbeiðsmarknað

Hans Pauli Strøm, javnaÐarmaÐur

Eitt aðalmál við einum skilagóðum arbeiðsmarknaðarpolitikki er at skipa viðurskiftini so, at tey fremja ein smidligan arbeiðsmarknað. Tvs. at arbeiðsmegin skal hava lætt við at flyta seg á arbeiðsmarknaðinum: Frá størvum, arbeiðsplássum og vinnum, har tað trongir samanum - Til størv, arbeiðspláss og vinnur, sum eru í vøkstri og har tað er veksandi eftirspurningur eftir arbeiðsmegi. Tá slepst undan darvandi trekleika og sonevndum fløskuhálsum, arbeiðsloysi á summum økjum og manglandi arbeiðsmegi á øðrum.
Nú er váttað við víðfevnandi altjóða kanning, at eitt høgt endurgjald við arbeiðsloysi er ein av fyritreytunum fyri at einum slíkum smidligum arbeiðsmarknað!
Tað er arbeiðsmálaráðið í týsku landspartastjórnini í Nordrhein-Westfalen, sum hevur gjørt eina samanberandi kanning av arbeiðsmarknaðarviðurskiftum í Danmark, Týsklandi, Hollandi og Onglandi. Niðurstøðan í kanningini er, at danski arbeiðsmarknaðurin er vinnarin, tí hann er bestur til at sameina góða sosiala trygd og stóran fleksibilitet - tað sum tey í kanningina kalla ?flexicurity?.
Tað sum serstakliga ger danska arbeiðsmarknaðin til tann smidligasta og tryggasta, er tað høga dagpengaendurgjaldið við arbeiðsloysi. Hetta er upp til 90% av seinastu miðallønini. Sagt verður, at fyrimunurin við danska modellinum er, at fólk rætt og slætt ikki eru so bangin fyri at missa starvið. Tey krøkja seg ikki í tað fyri einhvønn prís og ræðast ikki fyri at skifta, sjálvt um vandi skuldi verið fyri, at tey gjørdust arbeiðsleys eina tíð. Tí tey vita, at dagpengaendurgjaldið fyri mistu inntøkuna er so mikið høgt, at tey koma ikki illa fyri, ongin vandi er fyri at noyðast at fara frá húsi og heimi. Danski løntakarin torir tí betur enn hinir at flyta seg, taka kjansir, ganga nýggjar leiðir og taka við nýggjum avbjóðingum í arbeiðslívinum.
Haraftrat vísir kanningin á, at eisini góðir møguleikar fyri eftirútbúgving eru avgerandi fyritreyt fyri tí smidliga arbeiðsmarknaðinum. Her ger serliga tann vælvirkandi almenna skipanin við arbeiðsmarknaðarútbúgvingum í Danmark munin. Kanningin vísir, at 20% av donsku løntakarunum hava fingið lut í eftirútbúgvingum, samanborið við bert 6% í Týsklandi.
Hetta er nakað at læra av, nú ALS hátíðarheldur síni 10 ár. Tí hvørgin av hesum nevndu fyritreytum fyri einum góðum, effektivum og smidligum arbeiðsmarknað eru í Føroyum. Vit høvdu dumpað so syngjandi, vóru Føroyar við í hesi kanningini. ALS-endurgjaldið uppá í mesta lagi 70% av eini arbeiðsmannaløn er so lágt, at tað er ein skandala. Líka so vánaligt ella rættari enn verri statt er við møguleikunum fyri eftirútbúgving. Teir eru so at siga ikki til.
ALS eigur tí beinanvegin sum tað fremsta málið í sínum næsta 10-áraskeiði at fáa endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku upp á eitt sømiligt og skilagott støði. Fyrsta stigið á hesi leiðini ber til at seta í verk, nú Javnaðarflokkurin hevur uppskot á tingborði um at hækka útgjaldið til 80%. Næsta stigið er at fáa sett eina skipan við arbeiðsmarknaðarútbúgvingum á stovn. Hetta hevði Javnaðarflokkurin uppskot til í okkara valskrá. Tað er gleðiligt, at landsstýriskvinnan í mentamálum er av somu hugsan, og er Javnaðarflokkurin altráður eftir at fáa uppskot hennara á tingborð, so vit sum skjótast kunnu bjóða føroysku løntakarum alneyðugu møguleikar fyri arbeiðsmarknaðarútbúgvingum.