Tað var fitt av fólki komið saman, har nógv gott varð sagt um Arnu. Eisini segði leiðarin, Ása Davidsen, nøkur vælvald orð.
Arna byrjaði at arbeiða, ella fyrsti starvsdagur hennara var hjá Bellu Drangá í Skopun, síðani hjá Kinne. Arna er, og hevur verið vældámd í sínum arbeiði, og kann ikki sigast annað enn, at tey fólk, sum hon hevur havt við at gera, eru altíð sett í hásæti. Arna er eitt satt arbeiðsgrev, sum tikið verður til.
Tá Sambðlið í Húsavík lat upp, var Arna sett at arbeiða har. Vit hoyra mangan Arnu tosa um tíðina í Húsavík. Har arbeiddi hon frá byrjan og til tað sambðlið lat aftur.
Tá vit so fóru at útbúgva okkum víðari, ja Arna hon helt seg ikki aftur, og fór suður til Tvøroyri at útbúgva seg.
Arna er sera løtt at arbeiða saman við. Skemtilig er hon, men ikki at gloyma, so er hon perfektionist, so hon letur ikki alt um seg ganga.
Arna er gift við Gerhard. Tey vóru ung tá tey blivu gift, hon 18 og hann 19 ár. Tey fingu 3 dreingir, og má sigast, at teir vuksu upp í einum tryggum heimi, og høvdu teir eina góða barlast við heimanífrá. Sofus er giftur við Mariu, tey eiga 3 børn og siglur hann sum skipari. Jóhan Wilhelm eigur eina dóttur og siglir sum stðrimaður og Sámal Hanni er giftur við Kristu, tey eiga 4 børn, og hevur hann handil í Skopun.
Góða Arna, tú skal hava eina stóra tøkk fyri títt ídni á arbeiðsplássinum. Eg fari at ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum.
Heilsan ein vinur