Ein heilsan til Emmu Winther, lækna á 80 ára degnum 4. februar.

Fuglafjørður, tann 24. januar 1998

Fuglafjørður, tann 24. januar 1998


So langt aftur sum til fimmtiárini sært tú eina unga, vakra kvinnu fyri tær. Hábærslig og tignarliga fara um gøtur og stræti í Fuglafirði. Hon var í einum sjaldsama vøkrum grønum frakka, ið klæddi væl til tað brúnu læknataskuna, sum fylgdi henni um tún, Skarðið og Fuglafjarðarboðar, tá ið hon var í læknaørindum. Seinni hevði hon bil - tann fyrsti ein Anglia, sum hóskaði so sera væl til tann grøna frakkan og tað brúnu taskuna. Soleiðis sást Emma líka til áttati árini fara húsanna og bygdanna millum - still og samvitskufull.

Hon røktaði Fuglafjørð, Leirvík, Gøtu, Hellurnar, Oyndarfjørð og Elduvík. Bygdirnar norðanfyri lógu so fjart frá tí vanliga samskiftisminstrinum. Vegasambandið til Oyndarfjørð og Hellurna kom ikki fyrr enn 1968. Og gjørdi hetta vegasambandið, at høgligari var at fara norðurum. Men áðrenn tað, varð farið við báti ella til gongu, og mundi onkuntíð vera heldur ótespiligt at fara um Skarði á stummari nátt ella norður um Fuglafjarðarboðar. Emmu skal ikki lastast fyri, at henni ikki dámdi so væl at fara um Fuglafjarðarboðar sum at fara um Skarðið. Emma setti seg væl inn í streymviðurskiftini, so hon visti altíð hvussu rákið var, tá ið hon fór norðurum. Ikki skuldi mannfólka yvirbrá lata kávalæti styra henni, tá ið um Djúpini skuldi farast. Hon setti seg inn í hesi viðurskifti eins nágreinliga sum lækni, ið kannar sjúklingin. Sagt var her í bygdini, at onkur útróðrarmaður ringdi til Emmu, tá ið hann vildi hava at vita hvussu útróðralíkindini mundu fara at verða, tá ið um streym og rákið galt.

Sigast kann at mikil skaldskapur var og er kring um hesa kvinnu, sum legði nógv fyri at koma fram til málið - til sjúklingin. At vera lækni á sløttum lendi, er lítið í mun til hvat tað er, tá ið tú skalt fara upp um dalar og fjøll og sjóvegis leggja til brots fyri at veita ein linna ella ein lætta. Alt hetta kundi verið úr aldar gamlari søgu, men er hetta so stutt síðani. Emma var góð við síni sóknarbørn og tey við hana. Ikki varð sagt, at eg fari til læknan, nei, her var sagt: Eg fari niðan, norður, heim ella oman til Emmu. Emma var móðirin sum veitti troyst - lyfti og lætti, tá ið svárast stóð til. Hennara vitan var ikki einans knytt at einum embætisprógvi sum lækni, men hon hevði eisini eitt stórt innlit í menniskjasálini. Hon kom nógv á gátt hjá okkum, tí móðir var so sjúk av liðagikt. Tað skal verða sagt, at tignarligari gesti kundi sólin ikki seta dám á. Hennara mildu orð og ráð gav sjúklinginum tryggleika og vón. Málburðurin var so vakur. Hon segði tygum og sjúklingurin segði Emma. Tá ið hon var farin út á trappusteinin, var alt gott, og bert góðar vónir vóru fyri framman. Hetta var ein partur av skaldskapinum, men hugsa tær, tá ið farast skuldi um Skarðið til Hellurnar og Oyndarfjørð í stormi og kavaroki? Tá skuldi sannur dugnaskapur og skil til.

Á einum sinni, miðskeiðis í fimmti árinum, var boð sent eftir Emmu at koma norður til eina barnakonu í Oyndarfirði. Hetta var antin í febr. ella í januar. Sjóvegis var ikki hugsningur um at fara. Tað varð ikki klúgvandi um Fuglafjarðarboðar, men farast mátti um Skarðið. Hóast kulda og guvurok varð herjað á. Edvard á Bakkanun og Símun Abrahamsen vóru fylgisneytar hennara. Sagt var við Emmu, at hetta var kanska ovboðið at fara. ?Nei,? svaraði hon, ? tað var sjúklingin, tað galt.? Hon var gongufólk, og høvdu hesir garpar ilt við at fylgja henni. Oyndfirðingar gingu til bytis, og møttust tey Uppi í Klyv oman fyri Hellurnar. Í hesum døgum bar Emma sjálv barn undir belti, og mundi tað vera Dávur, sum fjálgur lá í móðirlívi og lurtaði eftir vindi og guvum. Annars eydnaðist ferðin væl, móðir og barn komu væl undan.

Sjógvin dámdi Emmu lítið. Hon vildi heldur ganga. Einum øðrum føri, tá ið boð var at koma norðurum, varð farið við einum av motorunum hjá Pidda. Gjarna vóru tað Jógvan hjá Biritu, Alexandur hjá Sigvaldi og Pól í Køk, ið fóru hesa leið við læknanum. Pól í Køk var við á hesi ferð, sum hugsað verður um, men tað var ov nógv sjóvarilska, tá ið komið var norður á Boðarnar, so vent varð við aftur til Fuglafjarðar. Veðrið var annars gott á landi, men hann stóð høgt, og run var undir Gøtueiði, nei, tá er ikki so gott á sjónum norðanfyri, so apostlarnir vóru aftur tiknir til hjálpar. Poul Martin á Trøðni og Pól í Køk fóru á Skarði, og er sagt um hesa ferð, at hon skuldi verða so ógemeina hugtakandi, tí veðrið var so gott. Kavi og klárt, og hevur tú einaferð staðið á Skarðinum ein slíkan dag og sæð tindarnar nomið við tað snjó-kløddu fjallakvirruna, leingist tær aftur til slika stund. Soleiðis kundi tað eisini bera á. Gongufelagirnir vóru við allan dagin og fylgdu við í hesi læknaligu herferð frá byrjan til endan.

Ikki var altíð so lætt at koma at lendingunum á plássunum norðanfyri, og er dømi um, at lína varð knytt um miðjuna á Emmu og so við fullari ferð inn ímóti og so eitt lop í føvningin á sterkum monnum, sum tóku ímóti. Hetta var ikki gamansleikur, men skuldi dirvi og royndir til at leggja so nógv fyri. Sagt er eisini frá, at umstyringin á einum av bátunum var fyrigingin, so bakkast mátti tann líðilanga veg aftur til Fuglafjarðar. Sigast kann í dag, at tað er gott at henda tíð er farin, men kanska skuldu vit skattað okkara egnu viðurskifti meira enn bara at grenja og njóra. Tolin trívst, og tolin var Emma.

Nevnast kann esinin, at á sumrið var tað Marius á Miðstovugeilini, ið førdi hana norður um við 5-mannafarinum Miðstovubátinum. Hesin bátur varð smíðaður á verkstaðnum hjá Jacob O. Jacobsen í Fuglafirði umleið 1950. Hetta var síðsti bátur, ið abbi Danjal J. Anthoniussen í Ansastovu, bátasmiður úr Oyndarfirði smíðaði. Hetta lítla far við tí føgru drotningini Emmu á toftubekki er eins vøkur sum Afrika drotningin. Hon silgdi millum há trøð og grønar viðalundir, men Emma silgdi og gekk millum há fjøll, veðurbard og væl tilevnað av hesari raðfesting. Tað var annað bedatt!

Ikki so sjaldan gingu Eyðun og dreingirnir henni til møtis á Skarðinum og lættu um hjá henni. Leggjast skal afturat, at vandaleyst var tað ikki at fara um Skarðið, tí tarvurin var ikki altíð so blíður. Onkuntíð vendi hon við aftur og fekk Alexandur Abrahamsen at fáa tarvin burtur frá, so farvegurin var tryggari. Var tað ikki vindur, kavarok og sjóvarilska, ið darvaðu, var tað ?sogar? tarvurin, ið hon skuldi stríðast við.

Ringar bilferðir vóru eisini út eftir. Somuleiðis í kavaroki heilt út á Selatrað, og mundi hon hava tað svárt onkuntíð, tí ikki var svøvnurin nógvur. At hava havt vakt eitt heilt vikuskifti, og so tørna til aftur mánamorgun, kundi kennast tungt, men ikki sást tú hetta á Emmu. Hon var tann sama Emma. Áðrenn Emma fekk bil, vóru tað Jógvan Øregaard og Marius Petersen, ið koyrdu hana læknaørindi. Tá ið hon hevði keypt sær bil, er vert at nevna eina ferð, sum var frá Fuglafiðri til Funningsfjarðar.

Vegurin millum Fjarða var ikki liðugur, so gangast mátti eitt fitt petti til Funningsfjørð. Hon skuldi til Elduvíkar, og var bátur fyri henni her og flutti hana. Men tað gjørdist so ókyrt, at hon mátti ganga inn aftur til Funningsfjarðar. Veðrið var ikki av tí besta - vátakavi og vindur. Tá ið hon kom til bilin, hevði hon mist lyklarnar. So til gongu til Skálafjarðar, at fáa onkran har at lyrka hurðina upp. Hetta eydnaðist, men tá hevði Emma fingið bruna í beinið, men tað var eingin góð mamma, sum hjálpti her. Hvussu var og ikki, hon mátti beinanvegin aftur til verka, tí læknaboð var eftir henni at koma út á Skála.

Eg hugsi, hetta hevur myndað kvinnuna og lagt eina ál afturat lívsburði hennara, tí var hon okkum so kær, og haldi eg, at medferðin bar boð um hetta. Nú tygum røkka tey áttati, er dráttur um Fuglafjarðarboðar. Teimum leingjast at síggja tygum standa í styrihúsinum saman við Pól í Køk, ella hvat halda tygum um varðarnar uppi á Skarði? Har er orðadráttur millum hesar steinsettu gubbar, at ikki ber tað til, at Emma er áttati? - Jú, tað skal sigast teimum, og vónandi senda teir tygum blíðar tankar, nú hetta runda tal er rokkið. Hjartaliga til lukku á áttati ára degnum.


Heilsan Frits