Ein heilsan til Finnbjørn Hansen, Leirvík

á 70 ára degnum.


f. 07/06-1943

Um havið stórt
tú sigldi manga ferð
tú okkum heima
føða skuldi her.
Tá ið tú fór
vit saknaðu teg øll.
Vár kæri faðir
fjart fór handan fjøll.

Orð kunnu ei
teg lýsa fult og heilt.
So raskur er,
tú fært av skafti alt.
Við hond at hjálpa
altíð skjótur er,
Ja okkum øllum tú,
til vildar ger.

Og hóast høgan aldur
trýtur ei.
Tú treystur frískar upp
títt trygdarskeið.
Tí havið dregur enn
ei undur í.
So torført er hjá tær
at halda frí.

Ein hjartans tøkk
tær geva vit nú her.
So kærleiksfullur,
hjálpsamur tú er.
Men mest av øllum
TAKK, tú heldur á,
at vitna um tín
Harra, Frelsara.

Tú sjeyti er
hvør skuldi hetta trúð.
Vit saman gleðast
og teg heiðra nú.
Tann besta pápan, mannin,
abban við.
Hann eiga vit her,
beint við móðir lið.

Hjartaliga tillukku elskaði maður, pápi og abbi við 70 ára degnum.
07/06-2013