Ein heilsan til gullbrúðarparið Tórhardu og Sámal Bláhamar

Í dag, 10. januar, hava hjúnin Tór­harda og Sám­al Blá­ham­ar gullbrúdleyp

Tórharda er fødd í Klaksvík í 1948 og er yngst og eins­a­møll genta í einum systkinaflokki á fýra.
Fýra tey fyrstu árini vaks hon upp í Froðba í Suðuroy saman við mammu, pápa og trim­um beiggj­um. Síðani fluttu tey norð­ur­eftir at búgva, eitt stutt skifti í Klaks­vík, haðan omman var ætt­að, og síðan til Tjarnastovu í Havn.
Omman var einsamallur for­syrgj­ari, men við góðari hjálp frá eldru synunum, fingu tey tað at bera til, og sjálvt um tað uttan iva onk­un­tíð var smáligt, so høvdu tey tað gott og manglaðu einki, tí eldru beiggarnir vóru góð­ir for­syrgjarar.
Tórharda vaks sostatt upp í Tjarna­stovu í Havn og gekk í Nonn­u­skúla, og seinni var hon hús­hjálp hjá Jógvan Haraldsen, til hon møtti Sámali.

##med2##
Sámal er føddur í Vestmanna í 1948 og er eisini yngstur av fýra systkj­um. Hjá ommuni og abb­a­num í Vestmanna manglaði einki. Har var rúmligt, og gesta­blídni var sera stórt. Babba vaks upp á Nið­ar­a­vegi “á Mørk­ini”, og har var alt sum ein unglingi kundi hugsa sær – stutt til alt: m. a. sjógv og fjøll. Tað var nokk sjógv­urin og báturin, sum mynd­aði ungdómin.
Sámal var ikki serliga gamal, tá hann fyrst í 60'unum fór til Havnar at búgva og læra til bil­smið, og tað gekk heldur ikki long tíð, til tey bæði møttust, og tað rann saman millum teirra.
Tvey ár seinni kom fyrsta barnið – ein sonur. So gingu nøk­ur ár, og so kom ein genta, og 13 mán­að­ir seinni kom triðja barnið – aft­ur ein sonur. Tá vóru tey bara 22 ár og sótu við trimum børn­um í egnum húsum í Vest­manna.
Tórharda og Sámal vóru væl dámd í bygdini. Tórharda var væl “int­egrerað” og segði “noy” sum hin­ar í bindiklubbanum. Tey búðu mitt í bygdini, og har fór ein rúgva av ferðslu framvið hús­u­num hvønn dag.
Øll ferðsl­an, sum skuldi við SAM, koyrdi har, og tað var meira enn so, at fólk komu á gátt til eitt prát og ein drekkamunn, með­an bíða var eftir bátinum.
Tórharda og Sámal vóru bæði radi­o­­amatørar og tosaðu í send­ara tíð­liga og seint, og hetta kom mang­an væl við, tí hetta var ein­asti møg­u­leiki fyri samskifti, tá koyrt var í bili. Gjøgnum hetta fingu tey nógv vinfólk víða um í Før­oy­um og uttanlands við.
Sámal hevði nógv jørn í eldi­num. Tey høvdu pylsuvogn á kai­ini, automat í endanum á hús­u­num, og so arbeiddi hann sum bil­mek­an­ik­ari eisini. Tað bar bara til, tí Tórharda hjálpti til og ordn­aði alt heima. Hann ar­beiddi viðhvørt nærum í døgn­drift. Men skjótt blivu pylsur og bomm­pakkar ikki nóg mikið. Hann vildi víðari, so neystaloftið varð ruddað, og maskinur til at skifta dekk við blivu settar inn, og ein lastbilur fullur við dekk­um steðg­aði í túninum, og dekk­ini løgd inn á loftið.
Men skjótt varð, at neystaloft­ið eis­ini bleiv ov lítið og illa ar­beiðs­ligt, so størri og betur høli mátti finn­ast, og hetta bleiv so til, at virk­semið flutti til Havnar – fyrst út á Velbastaðvegin, síð­an í Jek­ar­a­gøtu og til síðst niðan á Hoy­­víks­veg­in, har fyritøkan er enn í dag.
Fyrstu árini koyrdi Sámal mill­um Vestmanna og Havnina, men tað var ikki altíð so stuttligt, tí dag­ar­nir vóru ofta langir og strævn­ir, so tað var meira enn hepp­ið, at einki álvarsligt hendi, og Tór­hardu dámdi einki alla hesa koyr­ing­ina, so miðskeiðis í 70'u­num fluttu tey til Havnar – fyrst í Jek­ar­a­gøtu, har Super Dekk Service helt til, og so í Tjarn­ar­lág 41, har tey framvegis búgva.
Har var og er vítt til veggja og høgt til loft­ið. Øll fingu hvør sítt stóra kam­a­r, mamma fekk sítt seym­i­kamar, sum tað eitur enn tann dag í dag, og babba fekk sítt “send­ar­a­rúm”.
Nú vitja ommu og abbabørn regl­u­liga í Tjarnarlág og fáa gott at eta frá ommuni, og hoyra nógv­ar góðar søgur frá abbanum um góð­ar gamlar dagar. Og um høg­tíð­ir­nar – ja, so hittast øll fam­il­jian við børnum, ver­børn­um og abba­b­ørn­um, sum nú man tátta í eini 30, tá tey eru fest.
Einaferð vestmenningur – al­tíð vestmenningur. Til­taks­hug­að­ur sum Sámal altíð er, tók hann stig til at savna vest­menn­ing­ar í Havn, og tey hittast regl­u­liga í Norð­urlandahúsinum.
Tað er so ómetaliga nógv, sum kann sigast um Tórhardu og Sám­al og teirra lív og virksemi, tí tey hava verið sera virkin á so mong­um økjum. Tey eru og hava ver­ið virknir íverksetarar og ikki ver­ið bang­in fyri at royna ymiskt nýtt. Í dag er Tóharda høv­uðs­um­boð fyri ENJO rein­gerð­ar­skip­an­ina í Føroyum, og Sámal hev­ur inntil fyri stuttum rikið ferða­fólk­a­virk­ið TORA TURIST, sum son­ur­in Regin nú hevur yv­ir­tikið­, og tey hava sera gott sam­band við ómetaliga nóg fólk um alla verðina. Tey eru fyri­mynd­ar­lig og hava eitt opið heim og taka fólk til sín við opinleika, vin­semi, trúfesti og hjartalagi, og vit eru mong, ið hava ómetaliga nógv at takka teimum fyri.
Vit ynskja teimum hjartaliga til­lukku við degnum og ynskja teim­um nógv góð ár saman og sam­an við okkum.

Fríðrikur