Ein heilsan til Karl abba

Góði abbi.

Tankarnir leita til tygara, nú vit eru byrjað uppá eitt nýtt ár. Serliga nú Jenny omma ikki er ímillum okkum meira. Bert 3 vikur síðan vit bóru hana til hvíldar. Vit vistu væl, at omma var móð, nú hon var 91 ár, men vit dugdu so illa at skilja, at hon skuldi fara frá okkum, tí hon var so glað fyri at liva, men dagar hennara vóru taldir.

Ja, abbi, hendan mánaðin høvdu tit livað saman í 60 ár. Harrin unti tykkum øll hesi árini saman. Vit takka honum fyri tað. Vit hava bara góð minnir eftir ommu, men eitt tómrúm var at koma til Runavíkar á jólum, og eingin omma var.

Góði abbi, hóast tygum hava nátt ein høgan aldur, tað má sigast, 92 ár, eru tygum lættur á fótum og altíð glaður og við tí góða. Tað gleðir eisini okkum nógv. Takk fyri tað.

Eg ynski abba alt tað besta í tí nýggja árinum og takki fyri tað, abbi og omma hava verið fyri meg. Jesus pápi signi tygum.

Heilsan við Es. 46-4.

Signar